Í farna mánað fekk høvuðsvenjarin hjá Premier League-liðnum, West Bromwich Albion, 59 ára gamli Tony Pulis sparkið aftaná eina vánaliga gongd hjá liðnum í Premier League.
Tað var tó ikki leingi, at Tony Pulis gekk arbeiðsleysur.
Tony Pulis tekur við starvinum sum høvuðsvenjari hjá Championship-liðnum, Middlesbrough.
Fyrsta uppgávan hjá Tony Pulis í nýggja starvinum verður í dystinum ímóti Aston Villa. Middlesbrough liggur í løtuni á einum níggjunda plássi, men tað eru bert trý stig upp til sætta plássið, sum gevur rætt til at spæla play off dystir um uppflyting til Premier League.
- Eg síggi fram til uppgávuna. Fyrsta avbjóðingin verður at læra at kenna felagið. Sum lið mugu vit fáa sera nógv stig um vit skulu hava møguleikan at flyta upp í Premier League. Eg valdi at taka við starvinum júst nú, tí um hesa tíðina eru nógvir dystir á skránni, segði Tony Pulis við enskar miðlar, tá hann tók við starvinum í Middlesbrough ígjár.
Walisiski Tony Pulis hevur royndir sum venjari í Premier League við West Bromwich Albion, Stoke City og Crystal Palace.