Eitt nýtt slag av orðaskifti er á veg í Fólkatingið.
Eftir summarfrítíðina skulu forsætisráðharrin og formenninir í andstøðuflokkunum kjakast í sonevndum duellum í fólkatingssalinum annan hvønn týsdag.
Endamálið er at skapa eitt meira livandi politiskt orðaskifti.
Mogens Lykketoft, fólkatingsformaður, hevur upplýst fyri Ritzau, at hetta nýggja orðaskiftið verður roynt eftir bretskari fyrimynd.
Í bretska tinginum er duell millum forsætisráðharran og andstøðuleiðaran hvørja viku.
Formaðurin vónar, at tiltakið fer at skapa størri áhuga millum áhoyrarar, sjónvarpshyggjarar og politikarar.
Fyrsta duellin eftir nýggja leistinum verður í oktober, eftir at Fólkatingið er komið saman til eina nýggja tingsetu.