Toppdysturin hjá kvinnunum á Rás2

Spennandi og tætt er í oddastríðnum í 1. deild hjá kvinnum. AB legði hart út við at vinna 1-0 á KÍ í byrjanini av kappingini.

 

Nú hittast AB og KÍ aftur til eitt oddabrak úti á Argjum. AB hevur 21 stig fyri 7 dystir, meðan KÍ hevur 15 stig fyri 6 dystir. Høvið verður hjá KÍ at hevna ósigurin frá fyrsta umfarinum, samstundis hava AB-kvinnurnar møguleikan at leggja sjógv ímillum seg og níggjufaldu føroyameistararnar úr KÍ.

 

Í samband við sendingina ?3. hálvleikur?, sum verður send sunnudagin klokkan 17, fer Rás2 at gera eitt nýbrot, við at siga beinleiðis frá oddadystinum millum AB og KÍ í bestu kvinnudeildini.