Í dag hittast umboð fyri 47 lond til fundar í Washington at tosa um ymsar spurningar í sambandi við kjarnorku. Eitt nú skulu londini tosa um, hvussu altjóða samfelagið kann forða fyri, at kjarnorkuvápn koma á skeivar hendur.
Eitt annað mál er at forða fyri, at alt ov mong fáa fatur á ríkaðum urani, sum kann brúkast til kjarnorkuvápn.
Hildið verður, at umleið 40 lond hava ríkað uran, men amerikanararnir stúra fyri, at felagsskapir sum al-Qaeda kunnu fáa fatur á evninum.
Tí ætlar USA at skipa ein altjóða stovn, sum skal hava eftirlit við, hvør hevur, og hvør fær uran.