Toppliðið kiksaði í Gundadali

Søren Nielsen skoraði hattrikk, tá ið 07 Vestur tók seg nærri EB/Streymi, sum í kvøld spældi javnt í Gundadali ímóti Giza Hoyvík

Inntil tólvta umfar var danski álopsspælarin hjá 07 Vestur, Søren Nielsen, toppskjútti. Tá hevði hann skorað tólv mál ella eitt í miðal fyri hvørt umfar. Síðani hevur Søren Nielsen ikki funnið vegin til meskarnar, men í kvøld bragdaði av álvara aftur.

07 Vestur átti heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Eftir fyrra hálvleik var støðan 3-0 til heimaliðið. Søren Nielsen hevði, áðrenn hálvur tími var farin, skorað reint hattrikk. Øll málini vórðu skorað eftir innlegg, og í tveimum førum var tað við høvdinum, at danski álopsspælarin setti bóltin í málið.

Eftir steðgin var NSÍ liðið sum hamskift, og tað sást aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Mórits Heini Mortensen um munin við skoti av brotsteigarmarkinum, og tíggju minuttir undan dystarloki minkaði Jann Benjaminsen um munin til 3-2.

Sigurin bar 07 Vestur tvey stig nærri toppinum og eisini tvey stig nærri uppflytingini. Tað komst av, at toppliðið EB/Streymur og Giza Hoyvík, sum er møguligur avbjóðari, spældu 2-2 í Gundadali, og at FC Suðuroy, sum er hin møguligi avbjóðarin, var í Leirvík partur av 1-1 uppgerð ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Í Gundadali var heimaliðið leikliga oman á í fyrra hálvleiki, og dygst undan steðginum eydnaðist tað Bjarturi Kjærbo at seta hol á eftir uppspæl frá Ahmed Keita.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var EB/Streymur greitt omaná, og tá eydnaðist tað gestunum eftir lítlari løtu at skora tvey mál – Marni Djurhuus og Ragnar Danielsen vóru málskjúttar. Gestirnir kundu havt økt um leiðsluna, men í staðin var tað Leivur Holm Joensen, sum javnaði eftir horna, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

Í Leirvík endaði tað 1-1, tá ið FC Suðuroy vitjaði Víking. Reidar Dahl Joensen, sum ikki hevur verið á liðnum síðani í august í fjør, var við aftur í kvøld, og hann legði FC Suðuroy framum dygst undan steðginum. Tonni Thomsen javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta var triðja málið hjá honum í fyrstu deild í ár, og hetta var onnur ferðin í ár, at hann skoraði ímóti FC Suðuroy.

 

Tveir teir síðstu dystirnir í hesum umfarinum verða spældir sunnudagin og mánadagin. Sunnudagin hittast AB og B71 á Argjum, og mánadagin fær KÍ vitjan av HB.

 

Víkingur-FC Suðuroy 1-1 (0-1)

0-1: Reidar Dahl Joensen 45.

1-1: Tonni Thomsen 65.

 

07 Vestur-NSÍ 3-2 (3-0)

1-0: Søren Nielsen 3.

2-0: Søren Nielsen 15.

3-0: Søren Nielsen 29.

3-1: Mórits Heini Mortensen 65.

3-2: Jann Benjaminsen 80.

 

Giza Hoyvík-EB/Streymur 2-2 (1-0)

1-0: Bjartur Kjærbo 45.

1-1: Marni Djurhuus 56.

1-2: Ragnar Danielsen 58.

2-2: Leivur Holm Joensen 80.

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50

 

Máltindurin

Leif Niclasen EB/Streymur 21

Ahmed Keita Giza Hoyvík 17

Søren Nielsen 07 Vestur 15

Debes Danielsen NSÍ 14