Toppliðið vann stórsigur í Klaksvík

Fyri aðru ferð í ár vann EB/Streymur stórsigur á teimum næstbestu hjá KÍ

Tað var eingin sum helst ivi, tá ið oddaliðið í næstbestu deildini, EB/Streymur, í dag var í Klaksvík. Fyri aðru ferð í ár vunnu sundalagsmenn við fimm málum ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Tá ið liðini hittust í Streymnesi 28. apríl, var úrslitið 5-0!

 

Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 5-0, og tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan 6-1. Beinir Poulsen pyntaði um fyri heimaliðið, tá ið tað restaði eitt korter.

 

Leif Niclasen er toppskjútti í deildini, og í dag skoraði hann tríggjar ferðir. Klaksvíkingurin á EB/Streyma liðnum, Ragnar B. Danielsen, setti hol á, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, og so gekk tað øgiliga skjótt: Leif Niclasen skoraði í 23. og 33. minutti,  og undan steðginum syrgdu Arnar Dam og Rógvi Egilstoft Nielsen fyri, at tað var 5-0, áðrenn teir fóru at hvíla seg.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin skoraði Leif Niclasen aftur, og so var tað mesta tómgongd, inntil Beinir Poulsen skoraði fyri heimaliðið.

 

Leif Niclasen hevur verið við í øllum sekstan dystunum, og hann er toppskjútti í deildini við seytjan málum.