Tá ið dómararnir kring landið høvdu bríkslað fyri síðstu ferð seinnapartin, sá tað soleiðis út á máltalvunum, sum tað undan sunnudegnum varð roknað við, at tað fór at gera. NSÍ vann í gjár trivaligan sigur ímóti ÍF, og í dag vunnu hini trý fremstu.
Víkingur vann trivaligan 4-0 heimasigur ímóti B68. Toftamenn vóru væl við undan steðginum. Men síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Víkingur tvær ferðir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Philip Djordjevic skoraði tvær ferðir, og harvið staðfesti hann, at hann er sera væl upplagdur í fremstu ódnini. Í seinna hálvleiki varð Jón Krosslá Poulsen skiftur inn á Víkinga liðið, men hann skoraði ikki í fyrstu royndini á Víkinga liðnum. Umframt tey bæði málini hjá Philip Djordjevic skoraðu Magnus Jarnskor og Erling Jacobsen.
HB vann 1-0 við Stórá í Trongisvági. Sigursmálið skoraði miðvallarin Rókur Jespersen longu, tá ið eitt lítið korter var farið. Talan var um stórt TB mistak. Ndende misti bóltin í miðkringinum, og úr 47 metrum sendi Rókur Jespersen bóltin undan lotinum og upp um uttarlaga stadda TB málverjan.
Sum seinni hálvleikur leið pressaði TB alt meiri. Talan var um nógvar spentar støður í HB brotsteiginum eftir mongu hornaspørkini, og bólturin dansaði aftur og aftur í málteiginum frammanfyri Teit Matras Gestsson. Albert Adu var væl upplagdur í framrættaða partinum hjá heimaliðnum, men tað eydnaðist ikki at javna.
Talan var um sera søtan arbeiðssigur hjá HB spælarunum, sum vístu framúr hugburð. Eftir fýra umfør er HB framvegis ósigrað.
Í Gundadali vóru meistararnir í B36 illa sperdir fram ímóti steðginum og í stórum pørtum av seinna hálvleiki. Tað komst av, at Róaldur Jakobsen sá reytt longu í fyrra hálvleiki. Tá var støðan 1-0, eftir at Lukasz Cieslewicz við einmansavriki hevði lagt B36 framum, tá ið hálvur tími var farin. Hetta var fyrsta rættiliga B36 álopið.
Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði miðverjin Rói Danielsen við stútara eftir horna, og so pressaði AB fyri at skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki. Í staðin var tað Sebastian Pingel, sum skoraði siguramálið fyri B36, eftir innlegg frá Jógvani Skeel Nolsøe. Eisini í hesum førinum átti Lukasz Cieslewicz stóran leiklut.
AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigirnum.
KÍ reisti seg við 2-0 heimasigri ímóti Skála, sum ikki hevði nógv av bjóða upp á undan hvíldini. Páll A. Klettskarð setti hol á við stútara eftir horna frá Heðini Klakstein, og nýggi miðvallarin Semir Hadzibulic økti um leiðsluna eftir innlegg frá vongverjanum í vinstru Ísaki Simonsen.
Fyrstu løtuna eftir steðgin vísti Skála góðan hugburð, og tá vunnu gestirnir flestu nærdystirnar. Sum tíðin gekk undan, javnaði spælið seg, uttan at talan tá var um upplagdar málmøguleikar.
KÍ-Skála 2-0 (2-0)
1-0: Páll A. Klettskarð
2-0: Semir Hadzibulic
Víkingur-B68 (2-0)
1-0: Philip Djordjevic
2-0: Magnus Jarnskor
3-0: Erling Jacobsen
4-0: Philip Djordjevic
B36-AB 2-1 (1-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
1-1: Rói Danielsen
2-1: Sebastian Pingel
TB-HB 0-1 (0-1)
0-1: Rókur Jespersen 14.
Í gjár
NSÍ-ÍF 6-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 3.
2-0: Einar Tróndargjógv 16.
2-1: Clayton Soares 59.
3-1: Árni Frederiksberg 61.
4-1: Klæmint A. Olsen 79.
5-1: Petur Knudsen 81.
6-1: Jens Joensen 84.
Støðan eftir fýra umfar
HB 10
NSÍ 9
B36 9
Víkingur 8
KÍ 6
TB 4
ÍF 4
Skála 3
B68 2
AB 1
Fimta umfar
Leygardagin 9. apríl
Skála-HB
Sunnudagin 10. apríl
ÍF-KÍ
B68-NSÍ
B36-TB
AB-Víkingur
-------
Liðugt
4-0
90) 4-0
3 minuttir lagdir aftrat.
70) 4-0
4-0: Philip Djordjevic
Framúr álop og annað málið hjá Philip Djordjevic eftir sending frá Sølva Vatnhamar.
Jón Krosslá Poulsen avloysir Magnus Jarnskor hjá Víkingi.
Kristian Anton Andreassen avloysir Jóhannus Hansen hjá B68.
65) 3-0
Víkingur er nú greitt omaná.
60) 3-0
3-0: Erling Jacobsen
Eftir horna er tað miðverjin Erling Jacobsen, sum við høvdinum setur bóltin í málið.
Atli Gregersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Jobin Drangastein komin.
48) 2-0
Víkingur var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Magnus Jarnskor var í góðari støðu.
46) 2-0
HÁLVLEIKUR
45) 2-0
42) 2-0
2-0: Magnus Jarnskor
Einki er at siga til, um toftamenn eru vónbrotnir, tí teir hava verið sera væl við. Tað var Philip Djordjevic, sum átti innleggið.
36) 1-0
1-0: Philip Djordjevic
Eftir framlegging stýrdi Heðin Hansen við høvdinum bóltin upp á tvørs í málteiginum til Philip Djordjevic, sum skoraði.
33) 0-0
Tað er framvegis málleyst í Sarpugerði, og tað sæst ikki, at tað er FM favorittur, ið er á heimavølli ímóti kandidati at flyta niður.
21) 0-0
Toftamenn vísa sera góðan hugburð. Teir arbeiða nógv, men higartil hava teir ikki spælt seg til upplagdan málmøguleika.
18) 0-0
Nú er Víkingur leikliga omaná. Tað hevur borið við sær fýra hornaspørk, sum tað tó einki er komið burturúr.
11) 0-0
Toftamenn hava hug at leypa á. Teir eru sera ágangandi!
03) 0-0
Víkingur hevur fyrstu løtuna havt meiri fatur á bóltinum.
01) 0-0
Líkindini eru fín at spæla fótbólt í Sarpugerði, har toftamenn vitja Víking. Merkisvert er tað, at Ivan Joensen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr KÍ og til B68, er millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur verið skaddur higartil.
Víkingur-B68 kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Magnus Jarnskor, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic
B68: Fríði Sigurðsson – Michal Przybylski, Jóhan Dávur Højgaard, Pedro Tarancon Anton, Ari Johannesen – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Ivan Joensen, André Olsen – Jóhannus Hansen, Óli H. Olsen
-----
Liðugt
2-1
90) 2-1
AB er um reppið at javna, men Tórður Thomsen bjargar meistarliga.
85) 2-1
Pætur Petersen avloysir Sebastian Pingel hjá B36.
80) 2-1
Gunnar Haraldsen avloysir Símun Samuelsen hjá AB.
77) 2-1
AB trýstið er linkað nakað.
67) 2-1
Kári Nielsen avloysir á AB miðvøllinum Aron Clementsen.
Frank Pingel hjá B36 sær gult fyri at skumpa mótstøðumann. Her luktaði av reyðum, tá ið Pingel tók í egnar hendur at sekta fríspark, sum AB framdi ímóti honum.
65) 2-1
2-1: Sebastian Pingel
Eftir fínt álop og innlegg frá Jógvan Skeel Nolsøe hevur B36 lagt seg framum. Hetta var vátur vøttur hjá AB at fáa.
62) 1-1
AB hevur bóltin, og B36 verjir og lúrir eftir møguleikum at fara í álop, men tann møguleikin kennist vera langt burtur í løtuni.
58) 1-1
AB er greitt omaná, og tað er frammanfyri B36 málið, at tað gongur fyri seg.
55) 1-1
1-1: Rói Danielsen
Eftir horna frá Dan í Soylu, hevur miðverjin Rói Danielsen við høvdinum javnað til 1-1.
51) 1-0
Ongar skiftingar eru higartil gjørdar.
GULT KORT. Aron Clementsen hjá AB fyri fríspark.
HÁLVLEIKUR
1-0
Ta ð er einki at ivast í, hvør dagsskráin verður eftir steðgin. Eftir at Róaldur Jakobsen varð rikin av vølli, og B36 harvið varð undirmannað, hevur AB fleiri ferðir verið tætt við at javna. Spurningurin er nú, um B36 venjarin fer at gera onkra broyting, nú týdningarmikli miðvallarin Róaldur Jakobsen ikki er á vøllinum.
45) 1-0
44) 1-0
AB koyrir á fyri at javna undan steðginum, nú argjamenn eru ellivu ímóti tíggju.
36) 1-0
Róaldur Jakobsen hevur sæð reytt eftir neyðbremsu ímóti Patriki Johannesen.
34) 1-0
AB hevur misnýtt risa møguleika. Eftir innlegg úr vinstru frá Símuni Samuelsesn sendi Patrik Johannesen úr fínari støðu bóltin upp um málið.
31) 1-0
1-0: Lukasz Cieslewicz
Eftir framlegging frá Róaldi Jakobsen sneiddi Lukasz Cieslewicz framvið fleiri, og so setti hann bóltin í málið. Hetta var fyrsti upplagdi B36 møguleikin, og sum so mangan var tað Lukasz, sum tók sær av tí, tá ið tað kendist striltið hjá B36.
26) 0-0
Tað gongur fyri seg eftir treytunum hjá AB. B36 hevur bóltin mesta partin av tíðini, men tað gongur ikki nóg skjótt fyri seg, og tí gongur illa at sleppa ígjøgnum AB verjuna.
15) 0-0
B36 er nógv meiri á bóltinum, men tað er AB, sum hevur havt størsta málmøguleikan higartil, tá ið Patrik Johannesen var púra leysur, men í tveimum umførum var Tórður Thomsen bjargingarmaður.
04) 0-0
B36 hevur verið nógv meiri á bóltinum.
Fótbóltslíkindini eru av teimum fagrastu í Gundadali, har tað er grannauppgerð millum B36 og AB, sum ofta hevur staðið seg væl á útivølli ímóti B36.
Merkisvert er tað, at Símun Samuelsen er millum teir fyrstu ellivu fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti út á Argir.
B36-AB kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Sebastian Pingel, Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe
AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Sandri Færø – Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen - Patrik Johannesen, Karstin Højgaard, Símun Samuelsen
----------
Liðugt
0-1
90) 0-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
90) 0-1
TB er vandamikið í sambandi við deyðbóltsstøður, men TB hevur framvegis einki fingið burturúr.
86) 0-1
TB hevur torført við at fáa tak á spælinum undan vindinum, men talan er framvegis um fleiri spentar støður í sambandi við horna.
82) 0-1
Petur Mortensen avloysir Eirik M. Ellendersen hjá TB, og Kofi Appia fer av vøllinum, og í hansara stað verður Heini Mortensen settur.
81) 0-1
Nú er lotið rættiliga frískt, og tað kennist ordiliga úr honum. HB stríðist fyri at halda tørn um tepru leiðsluna!
77) 0-1
TB pressar, og eftir fleiri horna dansar bólturin í HB málteiginum, men higartil er tað ikki eydnast TB at javna.
67) 0-1
Eftir stóra verjuvillu hjá TB var støðan góð hjá Jógvan Róa Davidsen, men hann misnýtti, tí TB málverjin bjargaði.
Símun Hansen verður settur inn í HB álopið í staðin fyri Pál Mohr Joensen.
62) 0-1
TB heldur fram at trýsta, og tað er vandamikið í sambandi við mongu hornaspørkini. HB heldur framvegis tætt.
52) 0-1
TB trýstir, og heimaliðið hevur havt tvey horna, men tað hevur ikki verið nærri, enn at bólturin hevur verið á stólpanum aftanfyri Teit Matras Gestsson.
49) 0-1
TB hevur fríska lotið undan, og HB leggur dent á verjupartin og at leypa á við longum sendingum.
46) 0-1
HB hevur skift út. Teit Jacobsen hevur avloyst Ara Mohr Olsen.
HÁLVLEIKUR
45) 0-1
42) 0-1
TB hevur fleiri ferðir verið tætt við. Serliga er tað Albert Adu, sum er sera vandamikil.
30) 0-1
TB hevur havt øgiliga stóran møguleika, men Albert Adu misnýtti.
20) 0-1
TB tykist vera komið fyri seg aftur eftir skelkin, sum tað var, tá HB legði seg framum.
17) 0-1
So var um reppið, at HB økti um leiðsuna. Ari Mohr Olsen legði innfyri, men Poul Ingason, sum var leysur og í góðari støðu, rakti ikki bóltin.
14) 0-1
0-1: Rókur Jespersen
Rókur vann bóltin stutt frammanfyri miðstrikuna frá Ndende, og so sendi hann úr 40! metrum bóltin upp um uttarlaga stadda TB málverjan og í málið!
11) 0-0
HB hevur lotið undan.
08) 0-0
So var um reppið, at HB setti hol á eftir horna, men eftir stútara frá Johan Troest Davidsen fír bólturin við síðuna av málinum.
06) 0-0
HB hevur hug at seta seg á spælið, men tað er TB venjarin ikki fegin um. Hann vil hava sínar menn at bjóða av frammarlaga á vøllinum.
02) 0-0
TB leggur sera bragdliga fyri!
TB liðið líkist tí, sum fyri tveimum vikum síðani vann 1-0 á AB á heimavøllinum við Stórá.
Merkisvert er tað, at Fróði Benjaminsen er millum teir fyrstu ellivu hjá HB, og at Jákup F. Hansen er spildurnýggjur millum teir fyrstu ellivu.
TB-HB kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Joslain Mayebi – Eirikur M. Ellendersen, Árnar Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Teitur Justinussen – Ndende Adama Guéye, Rógvi Joensen, Salmundur Bech – Albert Adu, Hervé Din Din, Kofi Appiah
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Jákup F. Hansen, Magnus Egilsson - Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Fróði Benjaminsen, Pál Mohr Joensen – Ari M. Olsen, Poul Ingason
-----
Liðugt
2-0
90) 2-0
84) 2-0
Talan hevur ikki verið um fleiri upplagdar málmøguleikar hesa síðstu løtuna.
60) 2-0
Fyrsta korterið eftir steðgin hevur Skála verið væl grammari, og gestirnir hava vunnið nógv teir flestu nærdystirnar ímóti meiri tøvandi heimamonnunum.
HÁLVLEIKUR
45) 2-0
Leikliga yvirvágin hjá heimaliðnum hevur verið heilt stór. Skála hevur onga rættiliga roynd havt á KÍ málið.
24) 2-0
2-0: Semir Hadzibulic
Heðin Klakstein átti stóran leiklut í vinstru. Hann spældi vongverjan í vinstru, Ísak Simonsen, sum legði innfyri til Semir, sum skoraði.
22) 1-0
KÍ hevur havt tríggjar stórar møguleikar at økja um leiðsluna. Skála hevur ikki broytt konsept, hóast KÍ hevur lagt seg framum. Tað ræður um at verja.
05) 1-0
1-0: Páll A. Klettskarð
Eftir horna frá Heðini Klakstein hevur Páll A. Klettskarð við høvdinum lagt KÍ framum.
Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík eru heilt góð. Á KÍ liðnum er Semir Halzibulic nýggjur á miðvøllinum. Jóannes Bjartalíð er á beinkinum
KÍ-Skála kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Semir Hadzibulic, Súni Olsen, Jákup B. Andreasen – Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
Skála: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Fritleif í Lambanum, Pætur Dam Jacobsen, Ari Olsen, Jákup Johansen, Ólavur Mikkelsen, Pauli G. Hansen, Edvin Jacobsen, Álvur F. Christiansen, Brian Jacobsen