Hákun toppskjútti við níggju málum í útisigri í European League

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Aarhus fingu eitt gott útgangsstøðið til seinnu áttandapartsfinaluna í EHF European League við 34-32 sigri á Granollers

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu í kvøld fyrru áttandapartsfinaluni í EHF European League á útivølli í Spania.

 

Mótstøðuliðið var Granollers, ið var favorittur til at vinna útidystin, men soleiðis gekk ikki.

 

Skanderborg Århus fekk eitt gott útgangsstøðið til seinnu áttandapartsfinaluna við at vinna dystin 34-32.

 

Tað einasta sum skemmir heildarmyndina nakað er dystarendin. Tá fáir minuttir vóru eftir var Skanderborg Århus á odda 34-27, men málskjótingin hjá teimum steðgaði upp seinastu løtuna. Ístaðin slapp heimaliðið at minka um munin.

 

Teir í Skanderborg Århus høvdu tó selt dystin fyri ein 34-32 sigur á útivølli undan fráferðini til Spania. 

 

Í fyrra hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Skanderborg Århus. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 20-12. 

 

Hjá Hákuni gekk framúr væl. Hann gjørdist toppskjútti hjá Skanderborg Århus við níggju málum upp á 10 málroyndir.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Skanderborg Århus móti Granollers á heimavølli. Skanderborg Århus hevur staðið seg sera væl á heimavølli í EHF European League, so møguleikarnir hjá Skanderborg Århus at vinna seg í fjórðingsfinalurnar skuldu avgjørt verið til staðar.