Toppurin fult og einki til botnin

9. umfar í Formuladeildini var á skránni í kvøld. Oddaliðið, EB/Streymur, vann 1-0 á útivølli ímóti Skála, HB, sum er næstfremst vann á heimavølli ímóti ÍF, og B36, sum er á triðja plássi, vann á útivølli ímóti B68.

Verri hilnaðist tað hjá teimum niðastu á støðutalvuni. B71 er niðast, og 5-0 tap á heimavølli ímóti Víkingi boðar ikki frá góðum hjá sandoyingum. Skála er næstniðast. Tapið á heimavølli ímóti EB/Streymi ber við sær, at munurin fram til triði aftasta plássið øktist úr trimum og til fýra stig. KÍ og ÍF eru á sjeynda og áttanda plássi.

Orsaka av landsdysti í Estlandi næsta mikukvøld verður ikki spælt aftur í Formula deildini fyrrenn annan sunnudag.

 

9. umfar

HB-ÍF 3-2 (2-1)

0-1: Sasa Jovanovic

1-1: Christian Høgni Jacobsen

2-1: Andrew av Fløtum

3-1: Christian Høgni Jacobsen

3-2: Atli Petersen

 

Skála-EB/Streymur 0-1 (0-1)

0-1: Hanus Eliasen

 

KÍ-NSÍ 1-1 (0-1)

0-1: Øssur Dalbúð

1-1: Rodrigo

 

B71-Víkingur 0-5 (0-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar

0-2: Andrias Lava Olsen

0-3: Sølvi Vatnhamar

0-4: Magnus Skoralíð

0-5: Martin Olsen

Reytt kort: Wellington Soares

 

B68-B36 0-1 (0-0)

0-1: Bergur Midjord

 

Støðan

EB/Streymur 23 stig

HB 18 stig

B36 16 stig

Víkingur og NSÍ 12 stig

B68 11 stig

KÍ og ÍF 10 stig

Skála 6 stig

B71 4 stig

 

10. umfar

8. juni

KÍ-Skála

ÍF-NSÍ

B71-HB

B36-Víkingur

B68-EB/Streymur (9. juni)