13. UMFAR SAMANUM
Tað gekk fullkomuliga eftir bókini sunnudagin. Tey fýra fremstu vunnu øll sínar dystir. Tølini boða ikki frá sannførandi sigrum alla staðni. HB var sera sannførandi í Gøtu, har heimaliðið fullkomuliga er steðgað upp eftir vónbrotið í steypafinaluni. Tað verður aftur og aftur tikið fram, at so nógvir GÍ spælarar sita skaddir uttanfyri, og enn eina ferð vóru lyklaspælarar uttanfyri, tí teir vóru leikbannaðir. Spurningurin, sum teir eiga at seta sær í Gøtu, er, hvussu tað kann bera til, at tað hevur lagað seg soleiðis. Tað kann ikki bera til, at eitt og sama lið alt kappingarárið og kanska fleiri kappingarár á rað er meiri skaðaplágað og plágað av leikbannum, uttan at okkurt býr undir.
B68 roynir at hanga uppií HB. Tað eru framvegis fýra stig á muni. Nú eru bara fýra umfør eftir at vinna munin aftur í. Tað vil við øðrum orðum siga, at í teimum fimm umførunum, sum eru eftir, skal HB kiksað tvær ferðir, meðan B68 skal vinna hvørja ferð. Sunnudagin eigur HB heimavøll ímóti VB, og tá fara teir ikki at kiksa. So eru fýra umfør eftir. Tað verður strevið hjá HB á Eiði, og tað kann gerast alt avgerandi bæði fyri HB og B68, tá ið toftamenn í 16. umfarinum fara at vitja í Gundadali.
Sunnudagin sást væl í fleiri dystum, hví liðini liggja soleiðis á støðutalvuni, sum tey gera. Á Svangaskarði vóru klaksvíkingar ikki undir í fyrra umfarinum. Teir løgdu seg framum, og teir fingu luft undir veingirnar, men í 2. hálvleiki vendi, og so var tað bara spurningur um tíð, nær B68 fór at fáa mál. Tá ið teir høvdu fingið eitt, vóru teir greitt omaná, og so settu teir naglan í føðingardagsgávuna, sum teir góvu KÍ norður við aftur. Leygardagin vann B68 2. deildardystin ímóti KÍ, og sunnudagin tóku toftamenn alt frá KÍ í 1. deild. Tað var vorðin sum føðingardagsgáva!
NSÍ vísti eisini kvalitetirnar hjá oddaliði í Vági. Eisini teir lógu undir eftir fyrra umfarið, og eisini teir høvdu stóra yvirvág í 2. hálvleiki, tá ið teir skoraðu málini, sum skuldu til fyri at fáa øll stigini. Tá ið føroyska landsliðið spælir verður ofta undrast á, hvussu óhepnir teir eru, tá ið stóru mótstøðuliðini skora avgerandi mál í evstu løtu. Gongdin í Vági og á Toftum sunnudagin var staðfesting av, at soleiðis er tað ofta. Tann, sum er betri fyri og er betri skipaður á vøllinum, fær tað, sum er neyðugt.
Fram ímóti kappingarenda plaga sera spennandi toppdystir at vera á skránni. Næsta sunnudag skulu trý tey fremstu spæla ímóti lægri staddum liðum. Næsti oddadysturin, sum er á skránni, verður, tá ið B68 og NSÍ fara at spæla á Toftum í fimtanda umfarinum.
Skála vónar
Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Um hesa tíðina fyri einum ári síðani bendi einki á, at Skála skuldi sleppa undan niðurflytingini, men teir megnaðu tað kortini. Sunnudagin vóru teir í Gundadali ímóti B36, sum meiri ella minni tóktist hava slept endanum. B36 vann tepran sigur. Skálamenn kendu ikki sína vitjunartíð, men teir eiga fleiri dystir á, har mótstøðuliðini ikki eru heilt at líta á, og tí kann tað framvegis eydnast. Skála skal spæla ímóti GÍ, KÍ, VB, FS Vágum og EB/Streymi. Øll hesi liðini hava víst veikleikar, sum skálamenn kunnu vóna, at teir kunnu fáa nyttu burturúr, men tað verður møtimikið.
Hóast VB hevur fleiri útlendingar at hjálpa sær, so tykist breiddin ikki at vera til meiri enn akkurát at sleppa undan næstaftasta plássinum. VB plagar at standa seg væl á heimavølli. Higartil í ár hava teir tapt tríggjar av sjey heimadystum, og teir hava bara vunnið ímóti Skála og KÍ.
EB/Strreymur svingaði seg við sigrinum á FS Vágum upp á nítjan stig. Harvið kappast teir aftur við KÍ um fimta plássið. Klaksvíkingar droyma framvegis um bronsukrónurnar. Teir hava møguleika at vinna tær, og sunnudagin fáa teir góðan møguleika at bøta um ússaligu úrslitini ímóti B36 higartil í ár.
Altjóða spælið
Í vikuni er umfar í Europa Cup á skránni. NSÍ skal hóskvøldið spæla á Ullevaal tjóðarvøllinum í Oslo ímóti Lyn, sum stendur seg vánaliga í landkappingini. 3?1 tapið á heimavølli ber við sær, at NSÍ ongan møguleika hevur at sleppa víðari í kappingini.
KÍ eigur heimavøll ímóti Molde hóskvøldið. 2?0 tapið í Molde er ikki størri, enn at tað ber til at vinna tað aftur. Men tað verður torført, tí KÍ megnaði ikki at skjóta mál á útivølli. Tað hevur sera stóran týdning í sovornum kappingum.
Og so fara føroyingar ? næstan allir fótbóltshugaðir ? við spenningi at fylgja við í, hvussu tað fer at roynast, tá ið Todi Jónsson og FCK í annaðkvøld í Parkini fara at stríðast fyri at sleppa upp í part í bólkaspælinum í meistarakappingini. Alt hetta verður meiri at frætta frá næstu dagarnar.