Toppurin heldur tørn

Trý tey fremstu vunnu øll hesa ferð, og harvið eru tað framvegis trý feløg, sum eru púra jøvn í kappingini at vinna tey bæði plássini, ið bera uppflyting við sær

Tað broytttist einki í toppinum í næstbestu deildini. Tey trý fremstu – AB, 07 Vestur og VB/Sumba vunnu øll fulla úrtøku, og harvið eru tað framvegis púra jøvn í stigum eftir seytjan umfør

Eingin innanhýsis uppgerð millum toppliðini verður fyrrenn 7. september, tá ið 07 Vestur í 21. umfari fer at fáa vitjan av AB.

Torførast at vinna øll stigini var tað hjá VB/Sumba. Siðani undan summarfrítíðini eru manningarligu fyritreytirnar hjá suðuroyarliðnum heilt nógv broyttar. Eitt nú sigst Birgir Jørgensen enn eina ferð at vera givin, og Pól Thorsteinsson var ikki við í Streymnesi, tí hann er skaddur.

Bjarni Johansen vardi enn eina ferð borg fyri VB/Sumba. Ta einu ferðina vóru tríggir heimamenn einsamallir við veteranmálverjanum, sum kortini megnaði at verja fyri.

Einsamalla málið skoraði Sonni Kjærbo miðskeiðis í 2. hálvleiki, eftir at Dan Djurhuus hevði lagt innfyri.

Tummas Hans Rubeksen var tvífaldur málskjútti, tá ið AB – fyri fimtu ferð upp í slag – tryggjaði sær fulla úrtøku, tá ið teir næstbestu í B68 vitjaðu. Spenningur var í inntil síðsta bríksl, tí tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at AB skoraði til 3-1.

07 Vestur hevði vitjan av næstbesta HB liðnum. At tað ikki stendur serliga væl til við fólki í HB í løtuni sást aftur á liðnum, sum vitjaði í Sørvági. Fleiri av teimum, sum higartil hava verið stuðulsspælarar, vóru ikki við, tí teir skuldu hjálpa til á besta liðnum.

07 Vestur vann 8-0, og Jovan Panic var stóri málslúkurin. Hann skoraði tríggjar ferðir. Við stórsigrinum vaskaði 07 Vestur vónbrotið í Leirvík næstsíðsta leygardag av sær.

Víkingur megnaði ikki í Leirvík at liva upp til góða avrikið ímóti 07 Vestur. At fleiri av stuðulsspælarunum á besta Víkinga liðnum vóru leikbannaðir, sást aftur í, at fleiri av teimum, sum plaga at vera við til at mynda næstbesta liðið, ikki vóru við hesa ferð.

NSÍ vann 1-0. Málskjútti var miðvallarin í vinstru Filip E. Jakobsen. Eftir uppspæl í høgru og tvørturum var hann fyrstur á, eftir skotroynd frá Dejani Stoikovic og kontrabólti.

Í Klaksvík vann TB 3-1. Stóri spælarin var Josef Bassene, sum skoraði øll trý TB málini, og tað vóru ikki hissini mál. Bara ein lítil løta var farin, tá ið hann eftir gjøgnumspæl í vinstru og út frá sending skoraði fyrsta málið.

Lítla løtu fyri steðgin javnaði KÍ. Málskjútti var Leon Bjartalíð, sum gjørdist leysur, eftir at KÍ hevði fangað TB uppspæl og síðani spældi upp í høgru, diagonalsending í hitt borðið og innlegg.

Tá ið ein tími var farin, legði Josef Bassene TB framum aftur. Hesa ferð var tað við beinleiðis frísparki úr 24 metrum. Bólturin sat heilt uppi í málhorninum. Tíggju minuttir seinni staðfesti Josef Bassene TB sigurin, tá ið hann eftir innlegg og út frá bólt, dró eitt sindur og uttanvert brotsteigin smekkaði bóltin í málið.


17. umfar:


AB-B68 3-1 (1-0)

1-0: Tummas Hans Rubeksen 27.

2-0: Høgni Joensen 52.

2-1: Niklas Poulsen 71.

3-1: Tummas Hans Rubeksen 90.


KÍ-TB 1-3 (1-1)

0-1: Josef Bassene 5.

1-1: Leon Bjartalíð 45.

1-2: Josef Bassene 61.

1-3: Josef Bassene 73.


07 Vestur-HB 8-0 (4-0)

1-0: Tór-Ingar Akselsen 1.

2-0: Jóan Petur á Stongum 7.

3-0: sjálvmál 34.

4-0: Jovan Panic 42.

5-0: Jens Erik Rasmussen br 56.

6-0: Andrzej Stretowicz 57.

7-0: Jovan Panic 78.

8-0: Jovan Panic 83.


Víkingur-NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Filip E. Jakobsen 24.


EB/Streymur-VB/Sumba 0-1 (0-0)

0-1: Sonni Kjærbo 68.