Toran órógvar suðuroyingar

Týsnáttina sló toran niður í Suðuroynni og órógvaði bæði telefonina, útvarpið og sjónvarpið

 

Samskifti


Fólkið hjá Føroya Tele í Suðuroynni hevur havt úr at gera seinastu dagarnar.

Týsnáttina gekk toran og tað endaði við, at hon sló niður.

Hetta órógvaði alt elektroniskt samskifti í Suðuroynni almikið. Telefonin riggaði ikki summastaðni, millumbylgjan hjá útvarpinum fór og sjónvarpssendarar fóru ymsastaðni, so nógvastaðni sóu suðuroyingar ikki sjónvarp allan týsdagin.

Síðani hevur fólk frá Føroya tele arbeitt við at fáa brekini í rættlag aftur. Arbeitt varð allan týsdagin, allan mikudagin og tað var óvist, um ikki okkurt kom at liggja eftir til í dag. Men so skuldi alt verið komið í rættlag aftur,sigur Føroya Tele

Tað, sum varð mest átrokandi, varð gjørt fyrst. Tvs, at telefonsamskiftið varð raðfest ovast, so var restin gjørt so hvørt.