Tórbjørn Jacobsen gevst í politikki til næsta val

– Eg sovi illa tá ið eg ikki havi sagt mína meining, har hon skuldi sigast, sigur litríki og bersøgni borgarstjórin í Runavík

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen í samrøðu við Dimmalætting. Har verður greitt frá, at í samfull 27 ár, ella næstan ein mansaldur, hevur Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum verið ein hin mest eyðkenda røddin í føroyskum politikki - og í samfelagskjakinum sum heild. Tobbi, sum hann vanliga verður nevndur, er kendur fyri at halda torutalur, og ikki minst er hann kendur fyri at vera bersøgin. Men nú eru dagarnir í politikki við at vera taldir, tí nú gongur hann sína seinastu vakt.

 

Tobbi hevur verið fiskimaður, sjómaður, skipari, havnarmeistari, løgtingsmaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og nú eisini borgarstjóri í Runavík í 10 ár. Týsdagin 7. oktobur fyllir hann 70, og nú hevur hann boðað frá, at tá ið hendan býráðssetan er liðug tann 31. desembur í 2028, stillar hann ikki upp aftur.

 

Tá er hann eisini 73 ára gamalur, og hann heldur, at so er stundin komin at siga politikkinum farvæl. Tá hevur hann eisini verið í politikki í heili 30 ár, og hann hevur verið borgarstjóri í Runavík í samfull 13 ár, og tað er nógv tað longsta, nakar hevur havt tað álitisstarvið. –  Vit mugu lata tey yngru sleppa framat, tí samfelagið skal ikki bara mala runt í okkara tíð, tað skal eisini mala runt í framtíðini, staðfestir Tobbi.

 

Lesið meira í Dimmalætting, sum fæst í leysasølu kring landið.

 

Haldarar kunnu lesa blaðið á www.dimma.fo