Tórður er skorin í knænum

Tað vera nakrar vikur, áðrenn NSÍ málverjin verður tøkur aftur

Tórður Thomsen er skaddur, Tórður Thomsen er tøkur aftur, og Tórður Thomsen er skaddur.

 

Soleiðis hevur verið skrivað seinastu nógvu vikurnar. Í síðstu viku varð skrivað í liðtíðindum í upptaktini í Sosialinum, at Tórður Thomsen var tøkur aftur. Hetta vóru tíðindini úr Runavík, har Tórður Thomsen hevði verið til venjingar fleiri ferðir.

 

Tá ið NSÍ leygarkvøldið hevði vitjan av Víkingi, sum vann 2-0, vardi Karstin Hansen NSÍ málið, og Dánial Danielsen var eykamálverji. Tórður Thomsen var ikki á listanum. Orsøkin var tann, at hann aftur var darvaður av skaða í knænum.

 

Nú veit Sosialurin at siga í liðtíðindunum í vikuskiftisblaðnum hesaferð, at avgerð varð tikin um, at Tórður skuldi leggjast undir skurð, og fyrr í hesi vikuni, varð NSÍ málverjin skurðviðgjørdur. So fæst at síggja, hvussu leingi hann verður burtur frá fótbólti, men ta er greitt, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu vikurnar.

 

Tórður Thomsen hevur leingi verið darvaður av skaða í knænum, sum hevur gjørt meiri og minni um seg.

 

Í vinardystinum á heimavølli ímóti Liktinstein 7. juni, tá ið Føroyar vunnu 5-1, vardi Tórður Thomsen føroyska málið, men bara eina lítla løtu. Í 11. minutti noyddist hann av vøllinum. Hann var skaddur í knænum, og síðani tá hevur hann ikki spælt við NSÍ.

 

Tórður Thomsen hevur higartil í ár vart NSÍ málið í 12 landskappingardystum, í stórsteypadystinum og í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, tá ið NSÍ vann 2-1í Klaksvík.

 

Tann síðsti dysturin hjá Tórði Thomsen í NSÍ málinum higartil í ár var 22. mai, tá ið NSÍ á heimavølli í 12. umfari tapti 3-0 ímóti KÍ.