Í kvøld klokkan 23 føroyska tíð, ið er klokkan 20 grønlendska tíð verður tann størsti hondbóltsdysturin í grønlendsku søguni spældur í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Tá spælir Grønland, ið hevur Inga Olsen úr Vestmanna sum venjara hálvfinalu í panamerikanska endaspælinum, ið er í Nuuk í hesum døgum. Mótstøðulið er sterka liðið úr Argentina sum síðani 1996 hevur vunnið panamerikanska endaspælið heilar seks ferðir. Hesi árini hevur Argentina vunnið fýra silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki.
Argentina vann bólk A við fullum stigatali. Einasta liðið sum gav Argentina nakað av mótstøðu var Chile. Argentina vann tó rættiliga trygt 24-18 (10-9) á Chile. Chile spælir ímóti brasilsku favoritunum, ið vunnu 36-26 á Grønlandi, og vunnu annars hinar dystirnar í bólki B við sigrum sum lógu millum 20 og 26 málum á muni.
Um Grønland tapir ímóti Argentina í kvøld, so spælir Grønland bronsufinalu í morgin, har Chile væntandi verður hitt liðið. Vinnarin av bronsufinaluni sleppur saman við gull- og silvurvinnarunum til HM-endaspælið, ið verður í Danmark og Týsklandi í januar í 2019.
Grønland hevur ikki vunnið eitt panamerikanskt heiðursmerki síðani 2006, tá liðið vann bronsu. Av somu orsøk hevur Grønland ikki verið partur av HM-endaspælinum síðani 2007, tá HM-endaspælið var í Týsklandi. Tá gjørdist Grønland nummar 22 av teimum 24 londunum, ið kappaðust í HM-endaspælinum.
Bronsufinalan byrjar sunnudagin klokkan 17. Finalan byrjar klokkan 19.
HER ber til at stroyma dystin millum Argentina og Grønland.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði beinleiðis við Inga Olsen fyri løtu síðani.
Ingi Olsen ásannar, at veddingarfyritøkurnar hava Argentina sum greiðan favoritt. Men grønlendsku spælararnir fara at stríðast, og teir hava ein stuðul í høllini í Nuuk sum er ófatuliga umfatandi og stórur.
Heimavøllurin og tað, at allir spælararnir eru tøkir og motiveraðir til stóru uppgávuna ímóti Argentina gevur Inga Olsen eina vón um, at Grønland kann koppa favorittunum úr Argentina.
Gleppur tað í kvøld, so fara grønlendingar at stríðast fyri at fáa bronsukrónurnar til høldar í morgin, so grønlendingar hava tvey skot í byrsuni.