Torførar uppgávur

Manslandsliðið: Talan er um tvær torførar uppgávur fyri framman

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hópin, sum skal spæla móti Póllandi og Kekkia, sum verða ávikavist 12. oktobur og 15. oktobur.

 

Talan er um sterkastu liðini í bólkinum hjá okkum, tá hugt verður eftur styrkilistaunum. Fyrri dysturin er á heimavølli móti Póllandi, sum hevur fingið nýggjan landsliðsvenjara síðani seinast. Michał Probierz hevur tikið við eftir Fernando Santos.

 

Seinni dysturin verður móti Kekkia, sum vit hava spælt móti tvær ferðir seinasta árið. Føroyar hava tapt 5-0 og 3-0. Í báðum dystunum var afturgangandi, at vit høvdu ongan veruligan málmøguleika.

 

- Til dystin í Kekkia er sannlíkt, at vit spæla við trimum í miðverjuni, men móti Póllandi hava vit bæði ein “Plan A” og eina “Plan B”, sigur Håkan Ericson.

 

Spurningurin er so hvør “Plan A” er, og hvør “Plan B” er?

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)