Tá tann fyrsti teinurin fríggjakvøldið úr Sørvági til Runavíkar endaði við einum spurti ímóti málinum, sum tað eydnaðist Guðmundi Joensen at vinna á Torkili Veyhe við einum sekundi, boðaði tað frá góðum. Hetta sá út til at gerast ein spennandi kapping, har serliga teir báðir kundu koma at gera um seg, men har eisini einir tríggir aðrir vóru bara 17-18 sekund aftanfyri.
– At byrja kappingina við hasum teininum, var fínasta slag, men tað var eitt sindur hart, tí tær størstu brekkurnar lógu beinanvegin. Nakrar ferðir royndi eg tá at fara frá Guðmundi, fyri at vita, hvat hann hevði í brekkunum, men langur vegur var á mál, so tað bleiv ikki meira enn tað. Í endaspurtinum var eg óheppin, tí eg datt úr pedalini, men annars helt eg sjálvur, at eg saktans kundi havt vunnið longu tá, sigur Torkil Veyhe um byrjanina fríggjakvøldið, sum var einasti teinur, hann ikki vann í ár.
– Tað er jú altíð deiligt at vinna, og eg eri altíð við fyri at vinna, so tí vildi eg leygardagin prógva mína styrki, tá vit súkklaðu í Suðuroynni.
Og tað gjørdi Torkil eisini, tí á teininum av Tvøroyri til Fámjins og víðari suðureftir um Hovsegg og til Lopra og so aftur til Vágs, var hann nógv skjótastur við tíðini ein tími og 53,46 minuttir, og var hann hálvanfjórða minutt framman fyri Guðmund Joensen, ið var næstfremstur, og næstan fimm minuttir framman fyri Andrass Joensen á triðja plássi. Hetta sannførandi avrikið avgjørdi í roynd og veru kappingina í ár.
Eitt óhapp á Fámjinsskarði setti annars sín heldur keðiliga dám á kappingina, tá Rogve Grønlund Larsen, sum er hálvur tvøramaður, var so óheppin at koyra útav ovast uppi, á veg til Fámjins. Kappingin steðgaði eina løtu og sjúkrabilur bleiv boðsendur eftir súkklaranum, sum tíbetur ikki hevur brotið nakað, men var eymur um allan kroppin og mátti leggjast inn á Suðuroyar sjúkrahús.
Súkklar nógv
Í gjár vóru tvær kappingar á skránni, og tann fyrra var 17 kilometra langi einkultstarturin um morgunin, sum gekk av Vaglinum, út við Strond og eftir ringvegnum út á Norðasta horn og aftur á Vaglið. Her útbygdi Torkil sær leiðsluna og bleiv 21 sekund framman fyri Gunnar Dahl-Olsen og 41 framman fyri Guðmund Joensen, sum vóru teir næstu.
Og tá so seinni teinurin var 37 kilometrar av býarkoyring frá Effo-støðini í Gundadali og niðan á ringvegin og út við Strond, og síðani niðanaftur eftir Jónas Broncksgøtu og R.C. Effersøesgøtu fimm ferðir, og so rundan um Gundadal fimm ferðir, var Torkil aftur bestur og vann, ein góðan minutt framman fyri tann næsta, so samanlagt fyri allar dagarnar varð hann fimm minuttir og 16 sekund betri enn nummar tvey, sum var Guðmundur Joensen, og yvir 10 minuttir betri enn nummar trý, sum var Gunnar Dahl-Olsen.
– Eg kann ikki vera annað enn nøgdur við at vinna við fimm minuttum. Nú havi eg koyrt nógv niðri, og tað hevur givið eyka, so eg fái koyrt skjótari, umframt at tað gevur eina aðra styrki, sigur Torkil, sum við hesum sigrinum hevur vunnið kappingina trý av teimum síðstu fýra árunum.
– Har er tað nógv intensari, tí tú ert alla tíðina við, og royndirnar frá teimum kappingunum kunnu gott brúkast í Effo Kring Føroyar, hóast vit ikki eru nógvir súkklarar. Har eru kappingar hvørt vikuskiftið í einar seks mánaðir um árið. Ein lítil steðgur er í summarfrítíðini, men annars súkkli eg nógv út yvir tað og geri so nógv við tað, sum eg havi stundir til.