Torkil Strøm í Vági 90 ár

Ólavsøkuaftan verður Torkil Strøm 90 ár

Torkil er føddur í Vági 28. juli 1913. Foreldur hansara vóru Niels Petur Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm - hann var frá Kráir og hon av Løðhamri. Torkil vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri, Osvald, og einari yngri systir, Veru.

Ein ung og vøkur genta úr Øravík, sum æt Herborg, var komin í húspláss har í Vági. Torkil og hon komu at kennast og tey giftust tann 18. febr. 1937. Tey búsettust á Løðhamri, og har búgva tey enn tann dag í dag. Tey høvdu ta stóru eydnu at kunna halda krúndiamantbrúdleyp saman fyri hálvumøðrum ári síðani.

Torkil og bróðurin smíðaðu saman við pápa teirra. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og umvældu teir umborð á skipunum, tað var altíð nokk at gera. Tey fyrstu áruni eftir seinnra heimsbardaga bleiv tó minni at gera, men tá fór Torkil saman við øðrum timburmonnum til Íslands at smíða nøkur ár. Heimkomin úr Íslandi bleiv hann heilsubrekaður í longri tíð, men hann fall ikki í fátt og kom fyri seg aftur. Hann keypti sær ein lastbil, og tá onki var at koyra arbeiddi hann sum hjálparmaður hjá systkinabarni sínum, Viggo Dahl, sum hevði handilsvirki á Tjørn. Í fleiri ár koyrdi hann olju fyri Esso, til allar bygdirnar í sunnaru helvt og skipini við. Seinnri fór hann at smíða aftur, og hann var kendur sum ein sera raskur smiður. Eitt kundi hann tó ikki fordraga, tað var at skriva rokningar fyri arbeiði, men hann var álítandi og vælgjørdur, og hann fekk altíð sítt.

Hann hevur eisini til ítriv at mála, landsløg einamest, og tað fæst hann eitt sindur við enn hóast hann nú verður 90 ára gamal. Tað eru mangar myndir sum hanga víða hvar í nógvum heimum. Tað, sum hann hevur sæð í nattúruni í okkara vakra landi, tað hevur hann fest á løriftið sera hepnisliga.

Torkil var við at stovna Kirkjukórið Ljómur í Vági. Hetta var í 1939. Herborg kom uppí nakað seinni. Av stovnarunum eru tey nú bara nøkur fá eftir á lívi.

Í nógv ár var Torkil formaður fyri stýrið í missiónshúsinum í Vági. Tá missiónsvika var, høvdu tey altíð fólk gistandi, og nógv mugu tey eisini vera kring oyggjarnar, ið minnast blíðskapin í heiminum hjá honum og Herborg.

Torkil heldur føðingardagin í heiminum saman við familjuni.

Hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum!