Torkil Tórgarð verður nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla

Tað komu 15 umsóknir til starvið sum háskúlastjóri, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini.

Torkil Tórgarð er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september. Hann hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit. Hesi seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.

 

Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini millum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ynskir at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum.

 

Háskúlin hevur seinastu árini lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at breiðka virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royna seg í ymsum høpum.

 

Torkil Tórgarð loysir Hedvig Westerlund-Kapnas av, sum hevur verið stjóri síðani september 2019. Á fólkafundinum úti á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.

 

##med2##