Seinastu vikuna hevur verið roynt, at vekja áhugan fyri lagnum Sjørnuskot hjá Plúmm aftur. Sjónbandalagið er lagt á Youtube, og málið er ein festival luttøka. Fyri knappari viku síðani fekk eg eina leinkju sendandi við telduposti, leinkjan
var til gamla sjónbandalagið Stjørnuskot hjá Plúmm, eg hugdi at lagnum og hugsaði ikki meira um hetta, sjálvandi var stuttligt aftur at hoyra Torkil Johannesen við síni snjallu rødd syngja: Tú vilt verða stjørnan.
Men í morgun fekk eg aftur teldupost, hesaferð var tað frá Gunnar Hansen, ið segði seg vera manegara. Hann greiddi frá, at talan var um eitt átak fyri at fáa hesa føroysku tónleika-perlu aftur í almenna hugan. Og ikki kann sigast annad enn, at átakið er væl eydnað higartil. Ikki færri enn 1000 ferðir hava fólk hugt at lagnum á youtube.
Málið er sambært Gunnari Hansen, at Plúmm við Torkili Johannesen á odda, skal luttaka á minst einum festivali í summar. Hóast málið ikki er rokkið enn so eru vónirnar framvegis. Tí sum Gunnar sigur, so hava suðuroyingar Jack Petersen, Meðan norðingar hava Torkil og Stjørnuskot.
Lagið er at finna á:
youtube.com/watch?v=WlD32MyKwOM