5. partur
----
Óli Jacobsen
------
Hetta var ein ræðulig tíð undir krígnum. Serliga 1941 var eitt hættisligt ár fyri okkara fiskimenn. Bara hetta árið fórust 12 skip av krígsávum umframt 5 sjóforliss, 47 mans mistu lívið. Ein porkeningur fórst beinleiðis av krígsávum. Tað var 37 ára gamli Poul Djurhuus, sum var motorpassari við vágsskipinum Milly. Tað vóru sjey menn við skipinum. Hetta var í mars, og í sama mánaði hvarv eisini Ekliptika úr Klaksvík við 7 monnum.
Pabba dámdi ikki at sigla undir krígnum, men hann var tó nógvar túrar. Hann var við Wilhelminu, tá ið teir bjargaðu manningini á Misletoe í 1943.
Hetta var ein sjáldsamur tilburður. Skipari var Dánjal Johan Vestergaard, ættaður úr Sumba. Á veg til Íslands at keypa fisk sær skiparin fyri sær eina hond á sjókortinum, sum vísir honum á eina heilt aðra kós enn hana, teir sigldu. Manningin undraðist og helt skiparan vera frá sær sjálvum. Men tá sigla teir seg fram á Misletoe hjá Ebbu Müller í Havn. Eitt týskt flogfar hevði skotið eftir Misletoe, sum var illa farin. Ein maður, Martin Jacobsen av Glyvrum, var tá deyður av skotum hann hevði fingið. Hann var so meint raktur, at hann kendi á sær, at hann fór at doyggja. Hann bað til Harran fyri konu og børnum og gav seg í Harrans hendur, áðrenn hann sløknaði. Tá skiparin sá hondina á hesum manni kendi hann hana aftur frá sjókortinum. Eftir sat einkja við 13 børnum, sjey av teimum vóru ikki undankomin.
Ein annar maður, Hilmar Egholm úr Hvalvík, var so meint raktur, at hann doyði á vegnum inn til Íslands. Í hesum húsi var tað sum so ofta, at ein vanlukka kemur ikki einsamøll. Pápi hansara gekk burtur í 1931 við vestmannaskipinum Doru, sum umrøtt í Havið tók Teir.
Aftur feigdardagurTann 14. februar 1944 var aftur vanlagnudagur í Føroyum. Tá fórst ein bátur úr Syðrugøtu við trimum monnum, og sama dag hvarv Heygsbáturin í Porkeri við fýra monnum.
Teir vóru:
Hans Godtfred, 21ár
Johannes Godtfred 19 ár, teir báðir vóru brøður
Dánjal P. Weihe, 48 ár
Simon P. Weihe, 20 ár, hesir vóru faðir og sonur
Dánjal Pauli átti 9 børn, so nú sat einkja eftir við 8 børnum. Tann gamla mamman hjá Dánjal Paula var eisini í húsinum. Símun var systkinabørn hinar báðar.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at vanlagna var í hesum húsi. Pápi Dánjal Paula, Olivur, gekk burtur á báti í 1904 saman við fimm øðrum monnum.
Teir á Heygsbátinum vóru farnir við línu um morgunin. Báturin var stórt áttamannafar, sum eitt borð varð sett oman á. Veðrið var gott, men tað frískaði út á dagin til storm um kvøldið. Tað var roknað við, at teir eru farnir um Persgrynnuna, tí Brekkubáturin fann eitt leyst lodd, sum hoyrdi til “Lovisu”, sum Heygsbáturin veruliga æt, á hesum leiðum umleið 2 ár aftaná hendingina. Loddið var kent aftur av Sofusi, beiggja teir báðar brøðurnar, sum fórust. Hann hevði gjørt loddið og sett eitt fimmoyra í botnin á loddinum fyri at gera hann snøggari.
Vanlukkan í 1904
Danbjørg skrivaði í Sosialinum, at hetta var ein stórur saknur og eitt stórt tap. Fyrst og fremst var tað fyri tey avvarðandi, men eisini fyri hesa lítlu bygd, sum fleiri ferðir hevði verið fyri líknandi óhappum.
Danbjørg mintist eisini umrødda vanlukkudagin í 1904: “Eg hugdi út í myrkrið. Lyktir gingu aftur og fram ígjøgnum mølina og millum húsini og alla staðni fram við strondina gingu tær. Annað sást einki, tí myrkt var, men ein lyktin fyri og onnur eftir komu frá húsum og til Porkerisnes, sum vit kundi síggja. Bátarnir vóru komnir aftur av útróðri, men ein var ikki komin, og hann kom ikki aftur”.
Danbjørg mintist í alt 38 mans vera farnar á sjónum í Porkeri. Hetta eru tøl, sum tað illa ber til at ímynda sær í dag.
Handlar
Allir handlarnir í bygdini tóku móti fiski. Teir vóru Skemman, Sigmund Sørensen, Andrias Djurhuus, kallaður Diurin, Esbern Larsen og eisini skómakarin, Hans Djurhuus.
Tað hevur verið erligt fólk, sum hevur búð her, tí ofta var farið inn í handilin at fáa sær, um eingin var í handlinum, og tað bleiv altíð goldið, sum tað átti.
Undan krígnum varð fiskurin flaktur og saltaður, men undir krígnum var tað soleiðis, at allur fiskurin fór feskur til Bretlands. Tá vóru skipini farin at sigla við ísfiski. Summi fóru til Íslands at keypa fisk, meðan onnur keyptu útróðrarfisk í Føroyum og fóru til bretska marknaðin við honum, millum hesi vóru skip úr Vági.
Fiskurin var koyrdur til Vágs. Skipini, sum sigldu við ísfiski vóru Sunbeam, City of Norwich, Havgásin, Johanna, Stanley, Albert Victor og Cheerfull, sum tó var minusprongd fyrst undir krígnum, ja øll skipini í Vági sigldu við ísaðum fiski til Bretlands. Seinni fór Wilhelmina eisini at taka fisk. Skipini fóru til Aberdeen, Grimsby og onkuntíð Fleetwood vestantil í Bretlandi.
Ein, sum koyrdi var kendi bilstjórin Doreus Jacobsen, sum koyrdi fyri Garðamenninar í ein mansaldur. Aðrir vóru Magnus Jacobsen, Missurin, Jakku Dahl og Pól Bech. Doreus var ættaður úr Gøtu og gjørdist 100 ár.
Makrelur er ikki nýtt uppfinnilsi
Tað kundi fáast nakað av sild her á fjørðinum. Eg minnist, at Óli í Vági, pápi Jørgen Olsen, kundi fáa bæði sild og makrel inni á Vágsfirði. Hann kundi koma út higar við feskari sild og makreli til agn, so makrelur er ikki nakað nýtt uppfinnilsi. Tað var nokk so fitt í nøgd, tí øll rúmini í bátinum vóru full av makreli.
Ósi
Aftaná kríggið máttu nýggjar leiðir troytast.
Eg var 16 ár, tá ið Ósi varð keyptur í 1946. Pápi mín og fýra systkinabørn hansara áttu hann umframt ein av Hólagarði. Tískil vóru seks eigarar. Tá ið teir keyptu Ósa settu teir kr. 6.000 hvør í sum partapening, sum tískil var kr. 36.000 tilsamans.
Ósi var merktur 50 tons snurruváðsbátur, men var veruliga 60 tons. Tað var vanligt at merkja tonsatalið í lægra lagi fyri at sleppa lagaligari við krøvum frá Skipasýninum.
Snurriváð var um hesa tíðina ein vanligur fiskiháttur hjá føroyingum. Tey munnu vera fá sum kenna henda fiskiháttin í dag. Hann verður lýstur í Lademanns Leksikon soleiðis:
Poseformet net, til hvis åbning to lange net (armene) er fæstet. Armenes frie ender er ved tove fastgjort til fiskerfartøjet, der ligger forankret under fiskeriet. Voddet sættes flere gange fra samme sted, hver gang i ny retning, bruges især til fangst af fladfisk, torsk og kuller. Opfundet af de danske fisker Jens Laursen, kaldt Væver (1822-1914).
Hesin fiskiskapur gekk mest fyri seg í Íslandi, eisini inni á fjarðunum. Snurrað var eftir øllum vanligum fiskasløgum, sum hýsu, toski og flatfiski, tungu og reyðsprøku. Vit seldu mest í Aberdeen, men serliga tá ið vit fingu nakað av hýsu, plagdu vit at fara til Grimsby, tí har fekst betri prísur. Vit høvdu knapt trý samdøgur suður til Grimsby. Tað var eitt samdøgur longri at sigla til Grimsby enn Aberdeen.
Vit vóru seks mans, og skipari var Sofus Bech, systkinabarn mítt. Hetta vóru nógvir pengar tá. Pabba mátti biðja Johan Dahl ( á Gørðunum) um at lána sær pengar, tí tað ikki bar til at fáa lán í bankum til eginpening. Johan lánti honum kr. 2.000 uttan nakra trygd. Hetta vísir, hvussu stórsinnaður hann var.
Pápi var so í Sjóvinnubankanum at fáa síðsta lánið til bátin uppá pláss. Hann tosaði við Thorstein Petersen, men hann noktaði í fyrsta umfari, men teir fingu kortini lánið, tá ið avtornaði.
Ósi kostaði 202.000 krónur, og hann varð keyptur úr Danmark. Fyrst æt hann Bovbjerg. Tá hann kom til Føroya, kallaðist hann Niels Espensen. Tað gekk væl at fiska, men sølan var ofta minni góð.
Trupul byrjan
Snurriváð var ein óroyndur fiskiskapur hjá flestu føroyingum, so tá teir byrjaðu, fingu teir ein dana, ið kallaðist Frode Andersen við sær at leggja teimum lag á.
Hann var so stórur og prúður maður, hann var 2,06 m til hæddar, men hann var væl bygdur. Men fyrsta dagin á túrinum skuldi hann leypa niður í maskinrúmið eftir onkrum, hann skuldi brúka. Har var eitt deksil, sum ikki var lagt uppá pláss, og hann fór niður millum tvey bond í maskinrúminum, har var ein muffa á akslinum. Hann knústi beinið og fótin sundur, so hetta var ein vánalig byrjan.
Teir fóru á Seyðisfjørð við Froda at fáa hann á sjúkrahús og so avstað aftur beinanvegin. Tá ið teir koma út aftur og høvdu roynt í tveir ella tríggjar dagar, nú verður Sofus, skiparin sjúkur. Hann hevði havt vatn á lungunum, so mátti aftur farast heim við ongum. So teir vóru sum rímiligt er ordiliga í døpurhuga.
Eg minnist, at vit skóru torv ein dagin. Pabba gekk og suffaði, hann visti ikki, hvat hann skuldi gera. Tá kom hann at hugsa um, at hann kendi gott teir, sum áttu Njarðling í Hovi og høvdu roynt leingi við snurriváð. Teir høvdu keypt Njarðling í 1935, so teir høvdu góðar royndir.
Hann fór so til Jaspur Hammer og segði sum var, at teir vóru í ringari neyð. Teir dugdu ikki at fáast vit hetta og pabba spurdi, um hann ikki vildi koma við teimum. Jaspur sigur so ja beinanvegin. Hann skuldi koma og hann fekk Karl Midjord, Karl í Stórhúsi, eisini hovbingur, at koma við teimum, tí Karl var skiparalærdur.
Karl var eitt sindur trekur. Hann var beint komin heim av Njarðlingi og ætlaði sær at vera heima. Men hann vildi eisini vera til hjálpar og fór so við. Teir fóru so avstað til Íslands. Tað gekk sera gott. Teir fingu gott 600 kassar av reyðsprøku og hýsu. Hýsan varð avhøvdað, so meira fekst av fiski í lastina. Teir seldu fyri 1930 pund tann túrin. Pundið var tá 22 krónur. Hetta var um 40.000 kr., so hetta var ein fínur túrur. Teir fóru avstað aftur ein túr aftrat, tá seldu teir fyri 1200 pund, og tað var eisini ein góður túrur.
Nú vóru teir komnir so mikið fyri seg eftir henda fiskiskapin, at teir kláraðu seg. Tað ber bert til at veiða við snurriváð í ljósi, so tá komið var út á heystið, gjørdist tíðin tað kundi roynast so stutt.
Tá ið veturin kom, varð báturin lagdur fyri teym, og tá ið komið varð út í mars, varð farið avstað aftur. Soleiðis gingu tey fyrstu árini.
Í 1948 bleiv hann lagdur 15. november fyri snurriváð. Tá var farið við snøri undir Føroyum til saltfisk. Hetta var mest á Munkagrunninum, og tað gekk gott. Tann eina túrin var veiðan 120 skippund, og landað varð til fyritøkuna Lauru Nolsøe í Vági.
Tey søgdu, at hetta var ein fínur fiskur, sum rættiliga kundi verða boðin til sølu á okkara marknaðum. Hetta var stórur fiskur, ið fekst og var tann stóri parturin meira enn 70 cm. til longdar.
Eg var við trolaranum Beinisvørð í 1950. Tá segði pápi mín, at hann fór ikki avstað aftur, so eg mátti fara fyri hann umborð á Ósa.
Í 1952 var síðsti túrur gjørdur við snurriváð, tí tá varð fiskimarkið undir Íslandi flutt út. Tá kom at liggja so nógv verri fyri at fiska við hesum reiðskapi.
So var í staðin farið til Íslands við snøri. Keyptur varð eisini sildareiðskapur, og tá fóru vit út í Eysturdjúp við gørnum aftaná Íslandstúrin. Tá var henda sildaveiðan nakað nýggj.
Hetta gekk væl, og vit fingu 1.360 tunnur tað fyrsta árið í 1953. Ósi var eitt av teimum smærru skipunum á hesi veiði. Vit høvdu eina ferð 376 tunnur í honum, men tá var ikki alt í lastini. Eisini var alt omandeks fult av tunnum. Umframt høvdu vit frammanundan fingið 285 skippund av saltfiski, so tað var bara gott. Besta árið var í 1956, tá fingu vit 1776 tunnur.
Tveir túrar fingu vit uppí eftir eini setu. Hetta var sera strævið. Vit vóru bara 9 mans.
Báturin varð so seldur í 1958 til Lauru Nolsøe. Hetta var ikki so galin íløga. Teir sum settu kr. 6.000 í, fingu kr. 10.000 goldið, tá ið avtornaði.
Eg fór til Íslands á Ísafjørðin. At fara til Íslands tá í tíðini gav munandi størri inntøku enn í Føroyum. Eg var i Íslandi í tvey ár. Hetta koma vit aftur til.
---
Komandi partur
Í komandi viku verður einki blað fríggjadagin. Um 2 vikur verður ein søga frá einum flekiborði umborð á Magnus Heinason í 1963-64.
Tískil kemur Torleif væntandi aftur um 3 vikur.