info
Ongi úrslit

Torleif er maskinstjóri á metanolskipi hjá Mærsk

Mærsk hevur bygt skip, ið brúka metanol sum brennievni, og Torleif Simonsen er maskinstjóri á einum av hesum framkomnu skipunum.

Dagfinn Olsen
10. oktober 2024 kl. 21:59

Mærsk hevur bygt bingjuskip, ið kunnu skifta millum brennievni, og t.d. nýta metanol. Hetta er liður í grønu loysnunum, og fyri at lækka útlátið av CO2.

Maskinstjóri á einum av hesum framkomnu skipum er føroyski Torleif Simonsen. Torleif er ættaður úr Sandavági, og búsettur í Vági, har hann hevur konu og børn.

Hann er maskinstjóri á bingjuskipinum Antonia Mærsk, ið er 350 metrar langt, 53,5 metur breitt,  og hevur pláss fyri 16.600 bingjum. Skipið er bert fjórða skip í flotanum hjá Mærsk, ið kann nýta hesi nýggju brennievnini, ið Mærsk ætlar at nýta fyri at fáa minka CO2 útlatið.

Skipið kann nýta metanol, ella olju, ið vanliga hevur verið nýtt. Skipið er í rutu millum Asia og Europa.

Í røðini av metanol riknum skipum hjá Mærsk eru Ane Mærsk, Astrid Mærsk, ið er systirskip hjá Antonia Mærsk, og so Laura Mærsk, ið er eitt minni skip.

Í blaðnum Søfart er grein um serliga skipið, har Torleif Simonsen m.a. greiðir frá, at tað hoyrist, tá skift verður millum sløgini av brennievni, tí tey ljóða ikki á sama hátt.

Torleif hevur áður siglt við teim nakað størri Triple Ex-skipunum, har høvuðsmotorarnir minna um tann á Antonia Mærsk. Tó eru trygdarviðurskiftini á heilt øðrum og hægri støði við metanoli.

Torleif, og starvsfelagar, hava verið á skeiðum við simulatorvenjing í Finnlandi, og hjá MAN í Keypmannahavn, áðrenn teir fóru umborð á nýggja skipið í Suðurkorea.

Ein munur er eisini, at fleiri skipanir eru, ið skulu haldast við líka, og eisini skal dupult so nógv nýtast av metanoli, sum av olju, og hevur skipið tí tveir stórar tangar á 16000 kubikkmetur.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Mbappé tryggjaði Zidane fyrsta sigurin

28 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

48 minuttir síðan
Tíðindi

Okkara U21 undanbólkur: Ísland megnaði javnleik móti Fraklandi

1 tími síðan
Tíðindi

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

1 tími síðan
Fótbóltur

U17: Føroyar taptu fyri Andorra

2 tímar síðan
Hondbóltur

TTH Holstebro vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Barði framvegis í Havn meira enn tríggjar mánaðir eftir eldin

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein vika eftir vanlukkuna: Leitað hevur eisini verið í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

3 tímar síðan
Tíðindi

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti stórt fyri oddaliðnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Næsta hækking av pensjónsaldrinum verður í fyrsta lagi í 2040

5 tímar síðan