Tórshavnar Manskór á ferð og á fløgu

Fyri fyrstu ferð er ein fløga komin út við føroyskum manskóri, og er tað Tórshavnar Manskór, sum hevur tikið hetta stigið. Kórið hevur tíggju ár baki, men mansrøddir hava verið at hoyrt í høvuðsstaðnum áður.

Kórið hevur ferðast nógv, og í næstum gongur leiðin til tey baltisku londini. Men høvi verður eisini hjá føroyingum at hoyra menninir synjga, áðrenn farið verður avstað

Nógvar eru fløgurnar, sum floyma inn á tann føroyska marknaðin í hesum døgum. Summar eru tó forkunnugari enn aðrar , og ein søgulig útgáva kemur út í dag. Talan er nevniliga fløguna hjá Tórshavnar Manskóri, og er hendan eisini tann fyrsta útgávan við einum manskóri í Føroyum.

Tórshavnar Manskór sang fyrstu ferð alment tann 22. mars 1987 í Norðurlandahúsinum og hevur sostatt 10 ár á baki. Men eina heila øld framman undan, í 1886, tá fólkatalið í høvuðsstaðnum var um 1200, átti Havnin eitt manskór. Menn vita lítið um søguna hjá hesum kóri, og hvat mundi vera á skránni hjá tí, men í øllum førum hevur Anton Degn verið ein av aðalkreftunum. Hann gjørdi fleiri útsetingar, teirra millum eina til Kvívíkstátt.


Vistu hvat fyrifórst úti í heimi

Sangararnir í Havnini seinast í undanfarnu øld fylgdu tó eisini væl við í tí, sum hendi útí í verðini, og fyrst í hesari øldini framførdu teir m.a. »Pílagrímskórið« hjá Wagner, sum annars doyði í 1883, so hetta hevur verið rættiliga feskt í Útnorði tá.

Í 1920?unum var Jógvan Waagstein kórleiðari, og hann eigur eisini trý tey fyrstu løgini á hesi nýggju fløguni.

Manskórið var tá partur av »Thorshavns Musikforening« sum annars var trý ár yngri enn sjálvt kórið, men í 20?unum var heitið føroyskað til »Tórshavnar Sang- & Musikkfelag« og seinni broytt til »Havnar Sangfelag«.

Í fýratiárunum og fram til 1957 var Gunnar Mikkelsen leiðari hjá Havnar Manskór, sum tað kallaðist tá, men síðani var tað bert til serstøk høvi, at manskórsangur hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram til áttatiárini vóru bert tvey almenn kór í høvuðsstaðnum, og vóru tey bæði blandað.


Talið ferfaldaðist

Fyrst í 80?unum kom ein nýggj frítíðarskipan í gildi fyri ta gomlu kvøldskúlalógina, sum hevði verið galdandi síðani miðskeiðis í 30?unum. Henda skipan gav nýggjar møguleikar, tí m.a. fevndi hon eisini um kórvirksemi. Úrslitið var, at umframt at kórini øktust sera nógv - mitt 80?unum vóru 8 almenn kór í Havn - so broyttust rerpertoire og klangurin, eins tann samlaða heildin bleiv munandi tambað.


Mansrøddir í Havnini aftan á 30 ár

30 ár eftir at eitt manskór seinast hevði sungið regluliga í Havnini, kundi ein so aftur hoyra mansrøddir.

Sum nevnt varð Tórshavnar Manskór stovnað í 1987 - tó ikki undir frítíðarskipanini - og sungið varð fyrstu ferð á konsert saman við harmoniorkestrinum GHM.

Hesi 10 árini hava sangararnir verið við til mong tiltøk. Sjálvir meta teir, at talið man liggja um tey tveyhundrað, og hava tey verið til bæði gaman og álvara.


Fjøltáttaðir

Eitt ið eyðkennir Tórshavnar Manskór er at sangskráin fevnir rættiliga víða - ikki minst kronologiskt. Tí umframt at syngja føroyskar fólkaognir og fosturlandssangir, kvæðaútsetsetingar, negro spirituals og sálmar, er kórið eisini nýhugsandi og torir at gloppa hurðini fyri nýggjum tilfari, eins og teir ?gomlu? gjørdu fyrst í øldini við at syngja verk hjá samtíðarkomponistum. Hetta prógvaði kórið í fjør, tá skipað varð fyri sangkapping, og tað sermerkta hendi, at tveir blaðungir komponistar, Tróndur Bogason og Leif Hansen, vunnu ávikavist fyrstu og triðju virðisløn.


Fólkaognir á fløgu

Men eisini hendan nýggja fløgan er fjølbroytt. 16 sangir eru tiknir við og sungið verður bæði á føroyskum og útlendskum. Umframt at syngja sum kór burturav, sleppa eisini solistar framat, og manskórinum vant, er javnvág millum tað nýggja og tað gamla. Fleiri av teimum føroysku sangunum á plátuni hava ongantíð áður verið til taks á nøkrum elektroniskum miðli sum plátu ella fløgu, hóast teir eru væl kendir, og er talan tí eisini um nýbrot og slóðbrótandi virksemi hjá manskórinum.


Upplýsandi húsi

Í fløguhúsanum eru frágreiðingar um sangir, tónasmiðir og søguligar umstøður, ið siga eitt sindur um upprunan hjá tilfarinum, ið manskórið syngur á fløguni. Harumframt eru myndir av kóri, solistum og kórleiðaranum, Bjarna Restorff. Hesa uppgávu hevur hann røkt øll árini, undantikið eitt tíðarskeið fyrst í nítiárunum, tá Knút Olsen hevði leiðsluna.

Teir, ið hava tikið fløguna upp, eru Kartni Fornagarð, Kári Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen, sum eisini hevur ljóðblandað.


Umboðað Føroyar

Seinastu árini hevur kórið ferðast í Íslandi, Danmark, Onglandi, Wales, Skotlandi og Hetlandi. Sum vit nevndu í blaðnum í gjár, gongur leiðin seinast í hesum mánaðinum til Estlands, Letlands og Litava í sambandi við tað nýsprotna mentunarsamstarvið millum Baltikum og Útnorður. Baltisku tjóðirnar eiga ein ríkan arv á hesum økinum, og ikki munnu teirra songskattir vera teimum føroysku sangarunum púra fremmandir. Kórstjórin, ið leiddi kórstevnuna í fjør var nevniliga ættaður haðani, og hevði hann nógvar sangir og tilfar við sær til Føroya.

Til hesa ferðina er gjørd ein serstøk skrá. Fleiri føroyskar fyritøkur hava sýnt hesum túri áhuga og nýta høvið at gera vart við seg har yviri.

Men áðrenn farið verður av landinum, er høvi at hoyra tað fløguaktuella Tórshavnar Manskór framføra smakkiroyndir úr hesi skránni. Í morgin tann 9. november kl. 16.00 verður nevniliga konsert í Norðurlandahúsinum við manskórinum. Harumframt luttaka eisini nakrir av solistunum, sum syngja á fløguni, og Tórshavnar Kamartrio, fer at spæla verk eftir Schubert.