Tosa um at koppa kappingini

Eitt av evnunum, tá føroysku fótbóltsfeløgini fara at eftirmeta júst lidna fótbóltsárið, verður, um kappingin skal broytast til at verða spæld heyst/vár

Fótbóltur

 

Fótbóltsárið byrjar 1. januar og endar 31. desember. Soleiðis hevur verið øll árini, sum skipaður fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum, men tað er ikki víst, at hetta verður galdandi so øgiliga nógv ár afturat.

Av og á hava røddir innan fótbóltsheimin havt á munni, at fótbóltsárið átti at koppast, soleiðis at byrjað verður í august og enda í juni ella juli. Og tað tykist ikki heilt ósannlíkt, at hetta verður veruleiki.

 

Líkasæla í heystarveðri

Á Vespureiðrinum á Rás2 fríggjadagin nam Karl Vidtfeldt, kappingarstjóri, við spurningin. Og hóast hann illa fæst at siga nakað ítøkiligt um málið, so sigur hann, at hetta støðugt verður umhugsað.

- Longu tá vit longdu kappingina fyri trimum árum síðani, varð tosað um málið. Men í fyrstu atløgu varð hetta tó ikki gjørt. Endamálið ta ferðina var at fáa sjálva landskappingina longri, umframt at ofta lítið áhugaverda undankappingin í steypakappingini skuldi burtur.

- Tá tosaðu vit eisini um møguleikan, at tað kundi gerast keðiligt, um kappingin varð avgjørd fleiri umfør undan kappingarloki, men bæði í fjør og í fyrraárið sluppu vit undan tí spurninginum. Í ár sóu vit tó, at NSÍ var mest sum púra víst í gullinum nærum ein mánað undan kappingarloki, og eisini var spurningurin um niðurflyting greiddur. Tað gav nógvar líkasælar dystir, og í ruskutum heystarveðri hevði hetta sína ávirkan á áhugan fyri fleiri av seinastu dystunum. Sjálvandi verður kappingin ikki meira spennandi, um vit bara flyta dystirnar. Men tað ber við sær størri spenning á heysti, tá kappingin enn er ung. Og um ikki annað verður veðrið helst munandi betri seinastu dystirnar, soleiðis at áskoðararnir eisini verða fleiri, sigur Karl.

 

Feløgini eiga avgerðina

Tað verður tó ikki Karl ella aðrir í FSF, sum einsamallir gera av, hvørt kappingin verður koppað.

- Fyrst og fremst vilja vit umrøða hetta við feløgini. Tá kappingin nú skal eftirmetast, verða nógvir spurningar sjálvandi reistir. Og hetta er so ein av teimum. Hvat víðari hendir í málinum verður fyrst og fremst upp til sjálv feløgini at gera av.

Tí fæst Karl Vidtfeldt ikki at siga nakað um, hvør víðari lagnan við málinum um at koppa kappingini verður. Heldur ikki, tá vit spyrja hann hypotetiska spurningin, hvørt uppskot verður lagt fyri aðalfundin komandi, um feløgini longu nú eru sinnað at broyta kappingina.

- Tað er millum annað tað, sum fundurin við feløgini skal umrøða. Eg haldi sjálvur, at fleiri fyrimunir eru at vinna, um hetta verður gjørt. Men tað viðførir samstundis broytingar. Ikki minst av praktiskum slag, tá sáttmálar við venjarar, spælarar, sponsorar v.m. í flestu førunum fylgja álmanakkaárinum. Tí verður spurningurin í fyrsta lagi, um ynski er at broyta kappingina. Og í øðrum lagi kunnu vit so tosa um, hvussu hetta verður sett í verk, sigur formaðurin í Kappingarnevndini.