Eigararnir av Leeds United ætla at tosa við aðrar møguligar keyparar enn italska handilsmannin, Massimo Cellino.
Gulf Finance House Capital samdist fríggjadagin í prinsippinum um at selja 75% av Leeds United til felagið hjá Cellino, Eleonora Sports Ltd.
Hetta var byrjanin til 48 tímar av kaos, sum umfataði eina roynd at koyra venjaran, Brian McDermott umvegis telefonuppringing, framd av einum sakførara, sum var hildin at agera eftir boðum fråa Cellino.
McDermott var ikki til staðar, tá Leeds vann 5-1 á Huddersfield heima á Elland Road um vikuskiftið, men hann møtti upp til arbeiðis mánamorgunin. Hann dugdi kortini ikki at siga nakað um hugsanina í miðlunum um yvirtøkuna av felagnum.
Sum skilst nú, skal Sports Capital, sum misti eina ætlan um at keypa Leeds á gólvið í síðstu viku, verða gingið saman við einum øðrum bretskum felag, Together Leeds, um at keypa felagið.
Sport Capital bólkurin taldi verandi stjóra í Leeds, David Haigh, umframt stjóran fyri felags sponsorinum, Enterprise Insurance, Andrew Flowers.
Beint nú er einki púra klárt viðvíkjandi Leeds United.