Toskafiskiskapur í fullkomiligari kreppu

- Leiðirnar eru ovurveiddar, samstundis sum veðurlagsbroytingar hava sett síni spor.

 

Í fjør vórðu fiskað 26,6 tons av toski út fyri amerikanska statinum, Maine, og hetta er ein minking á níggju tons í mun til veiðina í 2019. 

Av einum so lítlum tonsatali, er hetta ein stór minking í veiðini. Men, tann veruliga stóra minkingin sæst, tá veiðan í fjør og fyrraári verður samanborin við veiðina í 1980-ununum og í byrjanini av 1990-unum.

Vanliga vórðu veidd millum 4.000 og 5.000 tons av toski út fyri Maine. Tað merkir, at fallið í veiðini er heili 99,5 prosent hesi árini.

Kystmagasinet.no skrivar, at ein partur av minkingini í fjør stendst av koronu-kreppuni, men sambært National Oceanic and Atmospheric Administration er høvuðsorsøkin, at leiðirnar hava verið ovurveiddar, samstundis sum veðurlagsbroytingar eisini hava sett síni spor.

- Út fyri New England, sum Maine er partur av, varð í fjør skrásett ein samlað toskaveiða á 9970 tons, men á hesum leiðum var árliga veiðan í 1980-ununum millum 40.000 og 50.000 tons.

Kystmagasinet.no leggur aftrat, at toskur er eftirspurdur fiskur við landnyrðingsstrondina av USA, og nú so lítið er av toski um hesar leiðir, er tað serliga norskur og íslendskur toskur, sum verður keyptur ístaðin.

##med2##