Fiskiveiðisamráðingarnar millum Ísland og Føroyar í Havn fyrradagin góvu sama úrslit, sum væntað. Sáttmálin fyri ár 2000 er nærum tann sami, sum tann fyri í fjør.
Partarnir viðgjørdu á fundinum føroyskan fiskiskap í íslendskum sjógvi og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi í farna ári og samráddust um framhaldandi fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi.
Fiskimálastýrið boðar í tíðindaskrivi frá, at partarnir í framhaldi av hesum samráddust um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi verður óbroytt við 5.600 tonsum í 2000. Av hesi heildarkvotu verður toskakvotan hækkað úr 1.150 tonsum upp í 1.200 tons.
Kalvakvotan, sum skal veiðast í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 1. september í ár, verður 100 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum verður óbroytt.
Avtalan um uppisjóvarfisk heldur fram
Fiskimálastýrið boðar frá, at verandi avtala um uppisjóvarfisk heldur fram. Íslendsk skip kunnu soleiðis veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í Íslendskum sjógvi. Føroysk skip kunnu nú eisini fiska sína lodnukvotu í grønlendskum sjógvi á 10.000 tons í íslendskum sjógvi.
Partarnir samdust um somu lodnuavtalu, sum fyri 1999. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðnum frá 1. juli 2000 til 30. apríl 2.002 veiða 30.000 tons við fyrivarni um broytingar í MLV virðinum.
Styrkja samstarvið
Fiskimálaráðharrarnir vóru samdir um at styrkja tað vísundaliga samstarvið, sum er millum Ísland og Føroyar.
Jørgen Niclaseg og Árni M. Mathiesen viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnuumsiting, fiskivinnu á sjógvi og landi og samstarv í ymiskum millumlandafelagsskapum. Serligur dentur verður lagdur á samstarvið í NAFO, NEAFC pg NAMMCO.
Partarnir umrøddu í hesum sambandi eisini hvalaveiðimál, og vóðru samdir um at víðka samstarvið á hesum øki.
Innan tunfiskiskapin viðgjørdu partarnir samstarvið innan ICCAT, og semja er um at loyva royndarveiðu inni hjá hvørjum øðrum við einum skipi í ár.