Fiskastovnar
- Politikarar í ES halda fram við at seta havið og framtíðina hjá fiskastovnunum í váða.
Tað sigur Carol Phua, sum tekur sær av fiskivinnumálum hjá WWF í Brússel.
Felagsskapurin heldur, at toskurin á hesum leiðum skuldi verið friðaður burtur av, so stovnurin kann byggja seg uppaftur.
- Men fyri at varðveita friðin í heimlandinum, atkvøða politikarar aftur og aftur fyri kvotum, sum fara langt yvir tað, ið fiskifrøðingar meta vera ráðiligt.
Onnur fiskasløg
WWF spyr eisini, hvat bleiv av endurbyggingarætlanini hjá ES, tá ið ræður um reyðsprøku og tungu, sum fiskimálaráðharrarnir ætlaðu at røða um í Brússel.
Felagsskapurin sigur, at í dag verða 80% av hesum fiskasløgum tveitt í havið aftur, tí fiskurin er ov smáur. Í hesum sambandi er tað serliga veiðan hjá hálendingum við bummtroli, ið WWF finst at.
Tað órógvar eisini felagsskapin, at Háland framhaldandi sleppur at brúka "elektro-sjokk" í hesum fiskiskapi, tí hesin háttur ger eisini av við onnur fiskasløg og er negativur fyri havumhvørvið.
28 skip
- Tað er eisini burtur við, at Frakland og Spania fáa loyvi til at fiska ansjósir í Biskayavíkini, heldur WWF, sum vísir á, at hesin fiskastovnur neyvan megnar at byggja seg uppaftur, tá ið 28 skip við stórari veiðiorku liggja á hesum leiðum.