Tottenham spilti møguleikan

Manchester City tapti fyrr í dag, men Tottenham megnaði ikki at útnytta tað til fulnar í stríðnum um seinasta Champions League plássið. Tottenham tók í kvøld ímóti Blackpool á White Hart Lane. Undan dystinum visti Harry Redknapp og hansara menn, at Manchester City hevði tapt á Everton. Hóast uppgávan ikki sá so møtumikil út, so var tað ikki fyrr enn móti endanum, at Tottenham megnaði at tryggja sær eitt stig. Eitt korter fyri tíð fekk Blackpool brotsspark, sum Charlie Adam umsetti til mál. Ikki fyrr enn ein minutt fyri tíð javnaði Jermain Defoe fyri Tottenham.

 

Fyrr í dag var Manchester City á vitjan á Goodison Park í Liverpool. Gestirnir komu á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Yaya Toure. Manchester City var omaná tað mesta av dystinum, men um miðjan seinna hálvleik skifti Everton Tim Cahill inn. Hann gjørdi ikki munin sjálvur, men bara minuttin eftir at hann var komin inn, javnaði Sylvain Distin fyri Everton. Løtu seinni legði Leon Osman Everton á odda. Manchester City er nú seks stig frammanfyri Tottenham á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Champions League.

 

Aston Villa megnaði ikki at vinna á Wigan á Villa Park. Charles N?Zogbia legði Wigan á odda eftir bara tíggju minuttum. Løtu seinni javnaði Ashley Young fyri heimaliðið, sum er sett í samband við Rafael Benitez nú Gerard Houllier er sjúkur. Liðið hjá Jóan Símuni Edmundsson, Newcastle, vann 2-1 á heimavølli móti Birmingham. Shola Ameobi og Steven Taylor skoraðu málini fyri Newcastle. West Ham bjargaði sær í evstu løtu eitt stig á heimavølli móti Blackburn, meðan Sunderland í evstu løtu vann á útivølli móti Bolton.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Aston Villa ? Wigan 1-1

0-1 Charles N?Zogbia, 10

1-1 Ashley Young, 17

 

Bolton ? Sunderland 1-2

0-1 Boudewijn Zenden, 45+1

1-1 Ivan Klasnic, 87

1-2 Zat Knight

 

Everton ? Manchester City 2-1

0-1 Yaya Toure, 28

1-1 Sylvain Distin, 65

2-1 Leon Osman, 72

 

Newcastle ? Birmingham 2-1

1-0 Shola Ameobi, 36 br

2-0 Steven Taylor, 43

2-1 Lee Bowyer, 45

 

West Ham ? Blackburn 1-1

0-1 Jason Robarts, 12

1-1 Thomas Hitzlsperger, 78

 

Tottenham ? Blackpool 1-1

0-1 Charlie Adam, 76 br

1-1 Jermain Defoe, 89