Tottenham vann grannauppgerðina móti Arsenal

Arsenal er komið illa frá byrjan í Premier League og í dag taptu teir fyri Tottenham, sum hinvegin tykist væl fyri. Bæði Chelsea og Fulham vunnu stórsigrar og høvdu hattrick skjúttar á liðnum.

 

Grannauppgerðin í London byrjaði við fullari ferð og fokus á fyrrverandi Arsenal framherjanum, Emmanuel Adebayor. Hann og eitt nú Gareth Bale gjørdu um seg í fyrr hálvleiki. Í hinum endanum hevði Gervinho størsta málmøguleikan, tá hann var spældur leysur av Robin van Persie, men skotið fór við síðuna av málinum.

 

Tottenham kom á odda tá tað manglaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Rafael van der Vaart tamdi ein langa bólt inni í Arsenal brotsteiginum og smekkaði til í handara síðunet.

 

Arsenal svaraði aftur stutt inn í seinna hálvleik. Eftir deyðbóltsstøðu endaði bólturin hjá Alex Song sum rak til baklinjuna í vinstru og legði innfyri til Aaron Ramsey, tætt undir málinum setti fótin á og javnaði.

 

Avgernadi løtan kom tá eitt stórt korter restaði í. Eftir innlegg kom bóturin útfrá til Kyle Walker, sum smekkaði til. Bólturin mest sum skifti kós á veg móti málinum og snýtti Arsenal málverjan. Restina av dystinum var Tottenham nærri at økja enn Arsenal var at javna.

 

Chelsea vann fyrr í dag heili 5-1 á Bolton. Frank Lampard, sum hevur verið fyri ákoyringum í seinastuni, skoraði hattrick. Hini bæði málini skoraði Daniel Sturridge, sum í fjør var leigaður út til júst Bolton.

 

Andy Johnson skoraði eisini hattrick fyri Fulham, sum vann ikki minni enn 6-0 á QPR.

 

Premier League í dag:

 

Bolton – Chelsea 1-5 (0-4)

0-1 Daniel Sturridge, 2

0-2 Frank Lampard, 15

0-3 Daniel Sturridge, 25

0-4 Frank Lampard, 27

1-4 Dedrik Boyata, 46

1-5 Frank Lampard, 56

 

Fulham – QPR 6-0 (3-0)

1-0 Andy Johnson, 2

2-0 Danny Murphy, 20

3-0 Andy Johnson, 38

4-0 Andy Johnson, 60

5-0 Clint Dempsey, 65

6-0 Bobby Zamora, 74

 

Swansea – Stoke 2-0 (1-0)

1-0 Scott Sinclair, 9

2-0 Danny Graham, 85

 

Tottenham – Arsenal 2-1 (1-0)

1-0 Rafael van der Vaart, 40

1-1 Aaron Ramsey, 51

2-1 Kyle Walker, 73