Venjarin hjá italska felagnum Roma spælir av álvara við eld í hesum døgum. Hann finnist at stóru stjørnuni í Roma, Francesco Totti.
- Hann er alt ov lættur at lesa. Sjálvt ein steinur dugir at síggja, hvussu hann spælir. Tí má hann royna at broyta seg og royna nakað nýtt, sigur Claudio Ranieri við Calsiomercato.
- Eg sigi hetta ikki fyri at irritera Totti. Eg havi sera stóra virðing fyri honum og tí, sum hann hevur avrikað, sigur Ranieri.