Ein kendur franskur filmur eitur Les Vacances de Monsieur Hulot, eftir kenda leikstjóran Tati. Eg kom at hugsa um hendan filmin, tá eg sá Mr. Bean fara til Frankaríki í nýggja filminum Mr. Bean fer at ferðast.
Mr. Bean er sosialt brekaður og ein sera barnslig sál, ið bert kemur illa fyri, líkamikið hvat hann so ger. Hvat hesin Mr. Bean líður av, er ringt at siga, men helst okkurt slag av autismu ella asbergersyndromi.
Sum ein hálvavegna stummur karakterur innan skemtileikin minnir hann um Buster Keaton og Chaplin, men Mr. Bean er altíð á lægri støðið, enn hesir risanir frá stummfilminum.
Í nýggja filminum, hevur hann vunnið eina ferð til Cannes og eitt videokamera í einum kirkjubasari. Hann skal búgva í heimskenda suðurfranska býinum Cannes, meðan tað er filmfestivalur.
Bean fer við tokinum úr Paris og filmar sum eitt býtt alt ávegis. Hann biður eisini onnur filma seg, m.a. russiska leikstjóran Emil Duchesvesky. Hetta endar við, at hesin ikki kemur við tokinum, men bæði Bean og sonurin Stepan koyra víðari.
Tour de France
Tað gongur illa hjá Mr. Bean at finna pápan aftur. Herfrá gongur alt galið, sum tað altíð ger, tí Bean gloymur pening, pas og billettina.
Tá hann fer av aftur tokinum, veit hann ikki, hvar hann er. Hann og Stepan royna nú at forvinna pening sum spælimenn fyri at sleppa til Cannes. Tá teir hava keypt billettina, er tað Mr. Bean, ið gerst ov seinur. Hann roynur nú at tumla suðureftir. Hann sleppur við Sabine, ið er sjónleikari og spælir við í einum filmi í Cannes.
Mr. Bean er nú eftirlýstur av franska gendarmarunum. Spurningurin er um Mr. Bean megnar at koma til Cannes til gallapremieru á filminum hjá Sabine.
Hongur nøkunlunda saman
Øll kenna hendan Mr. Bean, frá røðini um Bean. Seinast vit sóu hann í spælifilmslongd var í 1997, tá hann fór til Los Angeles sum listafrøðingur í filminum Mr. Bean.
Rowan Atkinson er ein stuttligur skemtileikari, vit kenna hann best frá leiklutunum sum klóka og skarpa Blackadder. Sjálvur sigur hann, at: ”Hesin filmurin er meiri evropeiskur enn hini fyrri, ið var amerikanskur í sínum stíli.
Tað er neyðugt, at halda at Mr. Bean er stuttligur fyri at dáma hendan filmin. Eg havi altíð ringt við at trívast við skemti, ið nærum byggir á lægsta felagsnevnara. Filmurin er tó væl gjørdur og hongur nøkunlunda saman.
3 stjørnur av 6
Mr. Bean’s Holiday/ Mr. Beans Ferie
Mr. Bean Rowan Atkinson
Stepan Max Baldry
Sabine Emma de Caunes
Carson Clay Willem Dafoe
Leikstjóri Steve Bendelack. Frumframførdur í Havnar Bio fríggjadagin 30 mars.