Útoyggjafelagið fegnast um útsetta samanlegging

Útoyggjafelagið fegnast um avgerðina hjá Klaksvíkar býráð í gjárkvøldið um, at Klaksvíkar og Húsa kommuna ikki leggja saman á hesum sinni.

– Góðu býráðslimir. Útoyggjafelagið vil fegið takka fyri tað, eftir okkara tykki, skilagóðu avgerð, ið býráðið tók í kvøld í málinum um samanlegging millum Klaksvíkar og Húsa kommunu. Vit vilja nýta høvi at takka hvørjum einstøkum býráðslimi, sum atkvøddi fyri broytingaruppskotinum hjá Steinbjørn O. Jacobsen, og takka Steinbjørn O. Jacobsen fyri uppskotið, sigur Útoyggjafelagið í skrivi, tey hava sent øllum býráðslimum í Klaksvíkar býráð..

– At borgarar á Húsum og á Syðradali nú hava ein reellan møguleika at koma til orðanna er gott og gagnligt, tí besta trygdin fyri burðardyggum bygdarsamfeløgum er luttøka og samstarv, sigur felagið í skrivinum, sum er undirskrivað av Óla Jákup úr Dímun, formanni og Olgu Biskopstø, samskipara.