Hósdagin klokkan 13 skipar Útoyggjafelagið fyri einari ráðstevnu við heitinum ?Útoyggjar - luttøka og fólkaræði? Útoyggjafelagið sigur í tíðindaskrivi, at ráðstevnan skal lýsa møguleikarnar hjá útoyggjunum at fáa gagn av tí menningararbeiðið, ið ætlandi skal fara fram í Føroyum komandi árini.
Kjakið sum í løtuni er á politiska pallinum snýr seg m.a. um at skipa Føroyar í størri kommunalar eindir við tí endamálið, at: ?skunda undir at stovnseta burðardyggar kommunueindir, ið kunnu ganga á odda at tryggja eina framhaldandi menning úti um landið og tryggja, at menningin er kjølfest á staðnum heldur enn at verða stýrd úr erva av landsmyndugleikunum?. (Brot úr nýggja kommunuálitinum)
Í nýggja kommunuálitinum stendur eisini, at tað ikki verður tilmælt, at útoyggjarnar koma undir nakra sers-kipan, hóast hesi økið eru í einari serligari støðu, men at útoyggjarnar vera lagdar í tær nýggju kommunu-eindirnar. Røddir hava verið frammi um, at ein serskipan kundi fevnt um, at útoyggjarnar vera lagdar saman undir landið, at umsita.
Ein menning, ið er kjølfest á staðnum krevur dygga lokala luttøku. Í kommunuálitinum verður víst á, at kommunurnar kunnu tryggja hetta við at brúka lokalar nevndir, eins og tað verður gjørt nú.
Tað er eyðsýnt, at tænastustøðið í nýggju kommunueindunum verður ymiskt, men sum sagt verður í kommunuálitinum ?hettar skapar kapping millum kommunurnar og fólk kunnu flyta higar tænastustøðið hóskar best til teirra tørv?. Á útoyggj er tænastustøðið sera lágt, tí kann júst hetta við kappingini gerast ein stór avbjóðing.
Tiltakið verður á Hotel Hafnia, og er alment.