Útoyggjanevndin heldur, at smáu oyggjarnar skulu sleppa meiri fram at í føroysku loftmiðlunu,.
? Kunning frá smáu oyggjunum til meginøkið er eins týdningarmikil sum kunningin til smáu oyggjarnar, sigur Útoyggjanevndin í sínum áliti.
Útoyggjanevndin heldur, at eitt hugskot hevði verið, at útoyggjarnar fingu fastan tátt í almennu fjølmiðlunum, har tær nakrar minuttir um dagin ella vikuna vórðu settir av til tíðindi og annað.
? Gongdin á fjølmiðlaøkinum er, at útvarpsstøðir og møguliga sjónvarpsstøðir fara at vaksa í tali. Tí er tað avgerandi neyðugt, at politisk støða verður tikin til, í hvønn mun loyvi til tílíkar støðir skulu innihalda krøv um, at útjaðarin og smáu oyggjarnar ieisini skulu fáa ágóða av hesum tiltøkum, sigur Útoyggjanevndin.