Toyota Crown tikin av vindi í Gøtu í 1973

Í myndaárbókini, "Árið ið fór" frá 1974, stóð hendan myndin frá november 1973, tá ið rættuligt ódnarveður var kring landið. Hendingin fór fram í Gøtu, har ein Toyota Crown, ið stóð parkeraður aftanfyri ein Volvo 144, varð syftur upp um Volvobilin og lendi á einum garði og á takinum á bilinum

Um miðjan november var rættuligt ódnarveður kring landið. Á flogvøllinum í Vágum, har mált varð uppí vindmegi 15, fór tekjan av nýggja garagubygninginum. Á Oyggjarvegnum fuku fleiri bilar út av vegnum, og í summum bygdum fóru tekjur omanav húsunum. Bæði í Hoyvík og í Gøtu rapaðu tvey nýliga reist hús. Í Gøtu hendi eina náttina, fyrst í desember, eitt sjáldsamt óhapp, tá illveður aftur leikaði í. Ein Toyota Crown stationvognur varð av eini hvirlu lyftur upp á ein garð og bóltaði síðan runt, so hann kom at liggja á takinum og hvíla niður á Volvobilin, sum stóð beint frammanfyri, tá óhappið hendi. Volvobilurin hevði harafturímóti ikki flutt seg. Sum myndin vísir, er tað ikki nakar lítil bilur, ið soleiðis er viðfarin. Ein Toyota Crown vigaði umleið 1300 kg.
Myndaárbókin, Árið ið fór, kom út 11 ferðir, frá 1970 til og við 1980. Útgevari var Hjalti Skaalum.
Kelda: Myndaárbókin "Árið ið fór"