Higartil í ár eru seldir 32 Toyota bilar, sum merkir, at Toyota er mest seldi bilur í ár. Tað var Toyota eisini í fjør. Hyundai er tó beint í hølunum við 30 bilum, og Volkswagen er á triðja plássi við 21 bilum.
Taka vit bara februarmánað, so er Hyundai mest seldi bilur, seldir eru 14. Toyota er tó beint í hølinum við 13 bilum.
Týsdagin komu reglarnar um mvg afturbering o. a. í sambandi við elbilar og hybridbilar, og tann lógarbroytingin fer uttan iva at elva til størri sølu av bilum næstu tíðina.
Her er topp 10 listin yvir mest seldu bilar í ár:
1. TOYOTA 32
2. HYUNDAI 30
3. VOLKSWAGEN 21
4. MERCEDES-BENZ 16
5. RENAULT 10
6. SUZUKI 9
7. BRENDERUP 8
8. FORD 8
9. PEUGEOT 7
10. MG 6
Her er topp 10 listin yvir mest seldu bilar í februar:
1. HYUNDAI 14
2. TOYOTA 13
3. VOLKSWAGEN 13
4. MERCEDES-BENZ 12
5. RENAULT 8
6. BRENDERUP 7
7. FORD 6
8. SUZUKI 5
9. MG 4
10. NISSAN 4