Toyota heldur støðuna sum mest seldi bilur

Enn sum áður er Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Tað vísir eisini seinasta uppgerð hjá Aktstovuni, sum er fyri fyrra hálvár í ár

Hóast sølan av bilum er minka – og sølan av persónbilum er 25 prosent lægri enn í fjør, so heldur Toyota tó fast við ovasta plássið á topp 10 listanum hjá Akstovuni.

Fyrra hálvár í ár eru eru seldir 116 Toyota bilar, sum er nógv tað hægsta talið. Næstur Toyota er Nissan við 8 bilum og Hyundai við 88 bilum.

Topp 10 listin fyri fyrra hálvaár 2024 sær soleiðis út:

1. TOYOTA 116

2. NISSAN 89

3. HYUNDAI 88

4. VOLKSWAGEN 83

5. RENAULT 76

6. MG 56

7. MERCEDES-BENZ 49

8. VOLVO 47

9. BRENDERUP 30

10. FORD 27

---

Topp 10 listin fyri juni 2024 sær soleiðis út:

1. TOYOTA 22

2. MG 18

3. NISSAN 13

4. HYUNDAI 10

5. VOLKSWAGEN 9

6. VOLVO 9

7. MERCEDES-BENZ 8

8. BRENDERUP 5

9. HONDA 4

10. AUDI 3