Aftur í fjør var Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Tað sæst í uppgerðini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp um ársskiftið.
Toyota er á odda við 254 seldum bilum. Volkswagen er á øðrum plássi við 236, og Ford er á triðja plássi við 214 bilum.
Topp 10 listin fyri 2022 sær soleiðis út:
TOYOTA 254
VOLKSWAGEN 236
FORD 214
VOLVO 171
HYUNDAI 167
KIA 138
MERCEDES-BENZ 134
RENAULT 81
AUDI 78
CITROEN 71
Og topp 10 listin fyri desember mánað var hesin:
MERCEDES-BENZ 20
VOLKSWAGEN 18
HYUNDAI 14
IVECO BUS 14
TOYOTA 13
VOLVO 12
AUDI 11
FORD 11
MG 7
NISSAN 5