Trífaldur heimsmeistari í Kung Fu komin til Føroya

Fyrrverandi heimsmeistarin í Kung Fu, Tony Anthony fer at tala á 4 møtum í Vesturkirkjuni, Fríðrikskirkjuni og í Christianskirkjuni Ikki er vanligt, at ein trýfaldur heimsmeistari í Kung Fu vitjar land okkara. Men tað er nú veruleiki. Tony Anthony er lendur vesturi í Vágum, og fer hann at tala á 4 møtum, sum verða hesi:

Hóskvøldið 15. januar kl. 20 verður ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni (talan verður ikki tulkað til føroyskt)

Fríggjakvøldið 16. januar kl. 20 verður møti í Fríðrikskirkjuni (talan verður tulkað til føroyskt)

Leygarkvøldið 17. januar kl. 20 verður møti í Vesturkirkjuni (talan verður tulkað til føroyskt)

Sunnukvøldið 18. januar kl. 18 verður møti í Christianskirkuni (talan verður tulkað til føroyskt).

Tony Anthony hevur havt eina ræðuliga harða lívslagnu, og hevði hann ein harðan og kærleiksleysan barndóm, har hann vaks upp hjá abba sínum í Kina. Tony Anthony hevur eisini sitið í geglinum fyri at hava pínt og dripið fleiri menniskju. Men knappliga broyttist lívsleið hansara, og hann legði Kung Fu á hillina. Hetta fer Tony Anthony at fortelja um í Vesturkirkjuni, Christianskirkjuni og í Fríðrikskirkjuni.

Í Morgin millum kl. 11.10 og 12 verður Tony Anthony gestur í morgunsendingini hjá Rás2. Reimund Langgaard fer at taka saman um á føroyskum, fyri teir lurtarnar, sum ikki skilja so væl enskt.