Landsdystur
Í sambandi við landsdystin mikukvøldið hevur tað aftur og aftur verið at hoyrt, at Føroyar og Svøríki ongantíð áður hava spælt fótbóltslandsdyst ímóti hvørjum øðrum.Tá talan er um altjóða skrásettar a?landsdystir, so er hetta rætt, men tað er ivaleyst upp á sítt pláss at nevna, at føroyingar og sviar ofta hava spælt U?16 landsdystir ímóti hvørjum øðrum, og at talan eina ferð so at siga næstan var um a?landsdyst.
Tað var 11. juni í 1991, at eitt svenskt landslið og Føroyar spældu í Gundadali. Tá varð tað undirstrikað, at talan var ikki um a?landsdyst, tí tað svenska liðið var eitt sokallað olympiskt landslið.
Sviar vunnu 2?1. Føroyska málið skoraði Jan Allan Müller í 1. hálvleiki. Støðan í steðginum var 1?1. Dómari ta ferðina var Kurt Sørensen úr Danmark, og Nemus N. Djurhuus og Jóan Carl Dam vóru linjuverjar, sum tað tá kallaðist (nú rópast teir linjudómarar).
Av teimum átjan spælarunum, sum mikukvøldið umboðaðu Føroyar í Växjö, vóru tríggir við fyri knapt tíggju árum síðani. Teir vóru brøðurnir Kurt og Allan Mørkøre og so Jens Martin Knudsen.
Føroyska liðið 11. juni í 1991 sá soleiðis út: Jens Martin Knudsen, NSÍ ? Allan Mørkøre, KÍ, Kurt Mørkøre, KÍ, Jóannes Jakobsen, liðformaður, VB, Mikkjal Danielsen, MB, Albert Ari Thomassen, SÍF ? Jan Allan Müller, VB, Abraham Hansen, ÍF, Torkil Nielsen, SÍF, Jens Erik Rasmussen, MB ? Gunnar Mohr, HB.
Eftir steðgin kom Rúni Nolsøe, VB, inn fyri Torkil Nielsen, Magni Jarnskor, GÍ, kom inn fyri Jens Erik Rasmussen, og Jens Kristian Hansen, B36, kom á vøllin fyri Gunnar Mohr.
Í 1991 var Páll Guðlaugsson venjari hjá føroyska liðnum.