Tríggjar broytingar á U-21 landsliðnum

Dánjal á Lakjuni, ÍF, Heri Nesá, Århus Fremad og Jens Joensen NSÍ eru úttiknir í staðin fyri Róald Jakobsen B36, Rógva Holm HB og Heina Vatnsdal FC Suðuroy.

 

Rógvi Holm er skaddur, meðan Róaldur Jacobsen hevur verið sjúkur í seinastuni og tað varð tí mett, at tað var best um hann ikki var við í ferðalagnum, sum fer til Moldova.

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum seinnapartin í dag og verður í Moldova mikukvøldið.

U21 landsdysturin móti Moldova verður nú leygarkvøldið klokkan 15 føroyska tíð.