Tríggjar jólakonsertir við kóri og orkestri

GHM roynir nýggjar leiðir við jólakonsert, har Eivør Pálsdóttir luttekur

Nú vit eru komin í jóla­mán­aðin eru nógv, sum skipa fyri konsertum við ymsum formi og innihaldi.
Harmoniorkestrið GHM í Havn hevur vanliga nógv at takast við í desember mánaði. Tey ferðast víða at tendra jóla­­trø í suður­streymoy og spæla til ym­isk onnur til­­tøk, sum van­liga verða fyri­skipað í býnum. Ein fastur táttur hjá GHM er at spæla á jólakonsertini í Vesturkirkjuni saman við Havnar Hornorkestri og skift­andi kórum.
Í ár hevur GHM so tikið stig til sína egnu jólakonsert og hevur boðið trim­um kór­­­um, Felagskór­in­um Gøta /Leir­vík, Vest­manna sang­­kóri og Tórs­havnar Kam­arkóri, at vera við til at fram­føra eina fjølbroytta skrá við jólatónleiki saman við orkestrinum. Stórt kór saman við harmoniorkestri er ikki roynt fyrr her heima, men nú GHM er vorðið so stórt harmoniorkestur, har mest sum øll ljóðførini, sum eitt tílíkt orkestur eigur at hava, eru umboðað, er hetta á fyrsta sinni møguligt.
Konsertirnar verða 3 í tali:
fríggjakvøldið 9. desember kl. 20.00 í ítróttarhøllini í Vestmanna
leygardagin 10. desember kl. 15.00 í Gøtu kirkju og
sunnudagin 11. desember kl. 16.00 í Vesturkirkjuni.

Sum nevnt, kunnu vit vænta okkum eina sera fjølbroytta konsert.
Konsertin byrjar við at hvørt kórið sær og fe­lags­kórið við øllum sangarunum, eini 80 í tali, syngur nakrar føroyskar og útlendskar jóla­sangir, har Eivør Pállsdóttir luttekur saman við kórinum við sínum nýggja jólalagi.
Síðani verða framførd 6 verk fyri kór og har­moni­orkestur. Hetta eru fyri tað mesta kendir tónar, eitt nú Away in a Manger, ein sirpa við kendum jólasangum úr ymsum londum, verk úr kan­tatu hjá J.S. Bach og tað kenda lagið hjá Irwing Berlin, White Christmas.
Kór- og orkesturleiðsluna hava Heðin Kambsdal og Kári Bæk.
Atgongumerki á 50 kr. fást við dyrnar í Vestmanna ítróttarhøll. (børn undir 14 ókeypis).
Til kirkjukonsertirnar verð­­ur møguleiki at stuðla til­takinum.