Tríggjar mánaðir í fongsul fyri at sláa duravørð

Ein maður, sum fleiri ferðir er dømdur áður, skal aftur nú í geglið

Ein maður er nú dømdur at sita í tríggjar mánaðir í geglinum fyri at hava gjørt seg inn á ein durvarørð í einum dansistaðið í Havn.

 

Maðurin er áður dømdur fyri fleiri onnur grov lógarbrot, og samstundis hava duravørar eitt serstakt starv sum ger, at teir hava tørv á serligari verju. Tískil verður dómurin ikki gjørdur treytaður, og tað merkir, at hann skal sita dómin.

 

Í hesum føri er maðurin dømdur fyri serliga grovan harðskap, tá ið hann sló ein duravørð í tinningin við eini fløsku. Duravørurin skar seg í tinningin og mátti seymast aftur.

 

Ákærdi maðurin noktaði seg sekan, men bæði vitni,  myndir stuðlaðu upp undir ákæruna, og tískil varð hann dømdur at sita.

 

Maðurin er áður dømdur at sita í yvir tvey ár fyri grovan harðskap og onnur grov lógarbrot.