Trúgvir lærarar leggja nú frá sær

Nú skal tíðin brúkast til alt og einki, siga teir báðir, sum nú leggja frá sær eftir meiri enn ein mansaldur í sama starvi

Tilsamans hava teir verið lærarar áTvøroyri í 77 ár - men nú er liðugt.

Í gjár var lítil móttøka í Trongisvági í samband við, at tveir av drúgvastu lærarunum á skúlanum, Johan Joensen, skúlastjóri, og Álvur Enni, lærari, leggja frá sær. Johan eftir 40 ár sum lærari á Tvøroyri, hagar hann kom í 1976 eftir at hava verið lærari í Danmark og tvey ár, og Álvur Enni eftir at hava verið lærari í 37 ár, har hann burturav hevur verið lærari á Tvøroyri.

 

Johan fyllir 67 ár í næstum, men Álvur Enni er 60 ár men tók av einum tilboði, lærarar hava at fara frá við eftirløn, tá ið teir fylla 60, eftir at hava undirvíst eitt so drúgt skeið, sum hann hevur gjørt.

 

Men teir báðir fara neyvan at sita fyri einki kortini, tí sum teir báðir siga, nú skal tíðin brúkast til alt, og einki. Báðir hava teir abbabørn, sum teir ætla at fáa betri stundir til. Men annars stendur hugurin, hvør í sinum lagi,  til bát og seyð og bøkur, og annað mangt, og kanska verður onkur vikartími tikin av og á.

 

Teir eru í hvussu so er samdir um, at teir fara ikki at keða seg, men hereftir verður tað bara sum teirra egni hugur er til, og ikki eftir nær klokkan í skúlanum ringir.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá møttøkuni. Á teirri eini stendur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri og teknar. Hann sigur, at tá ið hann gekk í barnaskúla á Tvøroyri, lærdi Álvur Enni hann at tekna hetta andlitið - og hetta er framvegis tað einasta, hann dugir at tekna yvirhøvur.

 

Álvur er sera áhugaður í seyði, og øllum sum hartil hoyrir, og varaborgarstjórin greiddi frá, við skálkinum aftanfyri oyrað, at fortaldur teir Álvi, at teir høvdu hoyggja og rikið í summarferiuni, fingu teir betri karakter frá honum.

 

Á eini aðrari mynd stendur Johan Joensen við einum steypi. Tað er eitt ferðasteyp, virkið, ið legði gólvið í høllini, gav teimum at kappast um.

 

Tað gjørdu lærararnar eisini tey fyrstu árini, tí teir spældu innandurafótbólt regluliga. Men eftir at liðið hjá Johan Joensen hevði vunnið tað í 1991, datt kappingin niðurfyri.

 

Nú hevur Johan so havt tað á varðveitslu í 25 ár, men nú handaði hann so nýsetta varaskúlastjóranum á Tvørori, Jón Johannesen, steypið, í vónini um, at tey fáa í lag at taka kappingina upp aftur.

 

Sí myndir frá móttøkuni niðanfyri