Trúgvir móti lurtarunum

Fløguummæli - Pet Shop Boys: Nightlife

Dreingirnir úr djórahandlinum hava javnan verið at sæð á tónleikatindunum, síðani teir miðskeiðis í 80?unum brádliga vórðu heimskendir við løgum sum It?s a sin og You are allways on my mind.

Bara tað at ein discobólkur hevur megnað at hildið sær á toppinum í so langa tíð gevur greiðar ábendingar um, at her eru 2 tónleikarar, sum eru nakað fyri seg. Tað hava teir so sanniliga eisini verið øll hesi árini, og umframt at selja eina rúgvu av fløgum, hava teir megnað at provokerað summi fólk, við onkrum dekan ov frekum videolagi.


Sami stílur

Fløgan »nightlife« má sigast at vera enn ein útgáva í sama stíli, sum flestu av hinum fløgunum, sum teir hava útgivið. Lítið er at ivast í, at nógvar fløgur verða tveittar um handilsdiskarnar runt um í heiminum, tí lítð er at ivast í, at her fært tú júst tað slag av tónleiki, sum tú væntar tær.

Disco tónleikur hevur ongantíð verið fremst í mínum hugaheimið, men um tað skal vera, so skal sigast, at Pet Shop Boys so avgjørt ikki tað ringasta at lurta eftir, og á hesari fløguni eru eisini fleiri løg, sum fella væl í oyra. Á húsanum verður lýst við, at løgini »New York city boy« og »I don?t know what you want but I can?t give it anymore». Sjálvur dámar mær tó best lagið »The only one«, og tá tað hinvegin heldur ikki er nakað lag, sum beinleiðis dettur burtur ímillum, so gerst talan um eina fløgu, sum eg hóast alt væl kundi funnið upp á at keypt. Í hvussu so er havi eg ofta (mis)nýtt pening til fløgur, sum liggja fleiri klassar niðan fyri hesa.

Heildarmyndin má sigast at vera, at talan er um eina væl avgreidda fløgu, sum er trúgv mótvegis lurtaraskaranum, og sum ivaleyst fer at selja rættuliga væl, tá ið avtornar.