Í mai mánaði vórðu slakar 830 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað er næstan 20 milliónir meira enn somu tíð í fjør.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Ein javnur vøkstur hevur verið í lønargjaldingum síðani 2014.
Mest løn verður sum vera man útgoldin í fólkaríkasta økinum – í Suðurstreymoy, har 337 milliónir vórðu útgoldar í mai mánaði.
Í Eysturoy vórðu 186 milliónir krónur útgoldnar í lønum í mai, og í Noroyggjum vórðu 98 milliónir útgoldnar í mai.
Í Norðstreymoy, Suðuroy og Vágum vórðu útgoldnar umleið 50 milliónir krónur í hvørjum øki. Minst var útgoldið í Sandoynni og til føroyingar uttanlands.
Suðurstreymoy og Eysturoy rinda sostatt næstan tveir triðingar av lønunum, sum verða útgoldnar í landinum. Taka vit Norðoyggjar við, rinda tey trý økini tríggjar fjórðingar av lønunum.