Ótrúligur dystur í Streymnesi

B36 fekk eina fantastiska byrjan og komu á odda 0-2 rættiliga tíðliga. Men so fekk EB/Streymur tvey mál, og B36 ein mann útvístan og so sá tað rættiliga gott út hjá EB/Streymi. Hans Pauli Samuelsen legði eisini EB/Streym á odda 3-2, men við tíggju monnum kom B36 afturí aftur.

Fyrst javnaði Jákup á Borg, og so legði Dmitrije Jankovic B36 á odda. Sam Malson økti um sigurin, áðrenn Hanus Eliasen at enda skapti spenning við at minka um munin. Men fleiri mál enn tey níggju komu ikki, og sostatt vann B36 við fimm málum ímóti teimum fýra hjá EB/Streymi.

 

EB/Streymur ? B36 4-5:

0-1: Ingi Højsted

0-2: Hanus Thorleifsson

1-2: Bárður Olsen, brotsspark

2-2: Høgni Zachariassen

3-2: Hans Pauli Samuelsen

3-3: Jákup á Borg

3-4: Jankovic

3-5: Sam Malson

4-5: Hanus Eliasen