Tróndur flytur til Stavanger

Hondbóltur: Tróndur Mikkelsen verður næsta kappingarár liðfelagi hjá Jónas G. Djurhuus og Helga H. Hoydal

Hóast Kjartan Johansen flytur úr Viking Stavanger og til Önnereds í Svøríki at spæla hondbólt, so er tað nú greitt, at tað eisini næsta kappingarár vera tríggir føroyskir spælarar í Viking Stavanger.

Jónas G. Djurhuus og Helgi H. Hoydal halda fram í Viking Stavanger, og Tróndur Mikkelsen, sum nú er í SUS Nyborg í næstbestu donsku deildini, hevur skrivað undir sáttmála við Viking Stavanger. Tað váttar Tróndur fyri in.fo.

Viking Stavanger hevur síðsta árið spælt í bestu norsku deildini. Orsakað av koronuni avgjørdi norska hondbóltssambandið, tá ið kappingin var hálvrunnin, at tað skuldi ikki haldast fram at kappast. Tá var Viking Stavanger næstaftast. Sum tað skilst, so er avgerð ikki enn tikin um, hvussu tað verður við uppflyting og niðurflyting.

-Hetta er rætta valið hjá mær. Viking Stavanger leggur nógva orku í at menna ungar spælarar. Úrslitið sást eitt nú í menningini av føroysku spælarunum í felagnum, sigur 20 ára gamli Tróndur Mikkelsen.