Tróndur í Gøtu inn við 1.050 tonsum

Tróndur í Gøtu er á veg á Kollafjørð við umleið 1.050 tonsum av makreli. Tróndur í Gøtu hevur partrolað saman við Fagrabergi norðan fyri Føroyar, og skipini fisngu tey 1.050 tonsini í tveimum hálum, skrivar reiðaríið hjá Tróndi í Gøtu á heimasíðu síni.

Tróndur í Gøtu kemur á Kollafjørð um midnáttarleitið í kvøld.

Í vikuni var Saksaberg á Kollafirði við umleið 500 tonsum av makreli, sum Jupiter og Tróndur í Gøtu høvdu fingið í tveimum hálum, og sum tey høvdu pumpað í Saksaberg.